Flogbóltssambandið: Triði fimmsettarin í ár í bara átta dystum sigur eitt sindur um, hvussu jøvn liðini hava verið, og tað er bara Fleyr við fullum stigatali, sum ikki hevur verið partur av fimmsettara.
Í gjárkvøldið legði Mjølnir fyri við at vinna fyrsta settið, eftir at ÍF annars hevði lagt seg á odda 14-8, men spakuliga át Mjølnir burtur av leiðsluni og javnaði til 20-20 og vann sær settbólt við støðuna 24-23. ÍF yvirlivdi tó í fyrstu syftu og fekk sjálvt settbóltar við støðurnar 25-24 og 26-25, men megnaði ikki at gera sær dælt, og ístaðin vann Mjølnir settið 29-27.
Í øðrum setti var ÍF í løtum frammanfyri, og tá munurin var størstur, var ÍF á odda 14-10. Men eftir hetta gekk javnt á, og Mjølnir var fyrst at vinna sær settbólt við støðuna 24-23. ÍF hóraði tó undan og vann næstu trý stigini og settið 26-24.
ÍF gjørdi eitt skarvslop í triðja setti og vann 11 stig á rað og fór framum 12-1, áðrenn settið varð vunnið 25-13.
Men líka so nógv sum ÍF hevði flongt Mjølnir í triðja setti, líka so nógv flongdi Mjølnir ÍF í fjórða setti, sum Mjølnir vann 25-13. Og so var líka vítt sum sítt, og dysturin skuldi avgerast við javnbrótara.
Tá dró Mjølnir frá og legði seg á odda 5-1 og 8-3, áðrenn ÍF bardi seg upp á 7-8 og 8-9. Men nærri kom ÍF ikki, tí eftir at ÍF hevði minkað um munin aftur til 9-11, vann Mjølnir fýra stig á rað og javnbrótaran 15-9.
Hjá Mjølni munaði tað væl, at Phil Freere aftur var á vøllinum, og tá ið brasilski venjarin Alexandro Nascimento eisini fer at spæla, verður Mjølnir ikki lætt at steðga. Næstu dystirnir hjá Mjølni eru ímóti Ternuni og SÍ, áðrenn Mjølnir 5. desember tekur ímóti Fleyr, sum hevur fult stigatal. Tá kann Mjølnir taka fyrstaplássið, vinnur Mjølnir dystirnar ímóti Ternuni og SÍ frammanundan.
Støðan í MG Wenzel-deildini:
Nr. | Lið | Dystir | Settmunur | Stig |
1 | Fleyr | 4 | 9 | 12 |
2 | Mjølnir | 3 | 2 | 5 |
3 | ÍF | 3 | -2 | 3 |
4 | SÍ | 3 | -4 | 2 |
5 | Ternan | 3 | -5 | 2 |
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



