Frælsi er seinasta og besta vónin hjá heiminum
- Abraham Lincoln

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Frælsi er seinasta og besta vónin hjá heiminum
- Abraham Lincoln
Vinna

Íslendska Hampiðjan-samtakið, sum eigur føroysku Vónina, ætlar at flyta meginpartin av framleiðsluni av aliútgerð til India í 2027. Orsøkin er, at bæði lønar- og framleiðslukostnaðurin er munandi lægri har enn í Evropa.

Hetta kemur fram í nýggja níggju mánaða roknskapinum hjá Hampiðjan, sum varð kunngjørdur hóskvøldið.

Samtakið byggir tvær stórar verksmiðjuhallir í Auric-ídnaðarøkinum í India. Hvør teirra er 28.000 fermetrar.

Í aðrari høllini skulu knútaleys alinet og liðugir aliringar framleiðast til Eldi, sum er altjóða alivinnuparturin hjá Hampiðjan.

Hin høllin skal yvirtaka framleiðslu av netagørnum og nótum, sum í dag fer fram í Litava.

Hampiðjan væntar, at umleið 750 fólk fara at arbeiða á nýggja ídnaðarøkinum.

Felagið sigur, at fíggjarligu fyrimunirnir av flytingini fara at síggjast næsta ár men fáa fullan virknað í 2028.

Hampiðjan sigur, at framleiðsluorka framvegis skal varðveitast í Evropa fyri at kunna veita útgerð við stuttari freist.

Tað verður ikki upplýst í roknskapinum, um flytingin til India fær avleiðingar fyri virksemið í Føroyum.

Hampiðjan hevði fyrstu níggju mánaðirnar í ár ein umsetning upp á 268 milliónir evrur, sum er 3,5 prosent minni enn í fjør. Yvirskotið eftir skatt var 10 milliónir evrur, samanborið við 8,5 milliónir árið fyri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #