Tað almenna roynir av øllum alvi at mótrokna og skatta eldri fólk, so tey ikki skulu ditta sær at vinna sær nakrar krónur, uttan at tað almenna klórar sum mest burturav.
Markið, tá byrjað verður at mótrokna í pensjónini, er 61.900 krónur, sum er ásett í lóg, og er óbroytt síðan 2014. Sjálvsagt er henda upphædd bara verd ein brotpart av tí, hon var fyri 12 árum árum, og hon er einar 45 000 kr lægri (meting) enn markið hjá fyritíðarpensjonistum. Hví í víðu verð hesin munur???
Eitt er, at markið er sera lágt, og minkar í virði á hvørjum ári, men tað er ikki bara arbeiðsinntøka, sum telur við, áðrenn mótrokningin í pensjónini byrjar. Nei, nei… her verður farið eftir øllum, og roknað verður av brutto, áðrenn skattur og onnur gjøld eru tikin av.
Nøkur dømi: Arbeiðsinntøka, egin pensjónsgjøld, sum verða útgoldin mánaðarliga, samsýning fyri at ansa eldri heima, rentuinntøka osv., osv. verða roknað sum inntøka.
Og so er tað gullhønan Samhaldsfasti, sum verður skattað bæði við inngjaldi og útgjaldi, sjálvt um tað almenna onga krónu hevur inngoldið til skipanina! Fullkomiliga órímiligt!
Jákup Andreasen
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



