Í meira enn 25 ár hevði Høgni Hoydalur sett sær fyri at grugga og forpesta viðurskiftini millum danskarar og føroyingar.
Tað gekk næstan ikki ein vika, har hann ikki útspilti, kallaði og baktalaði Danmark og danskarar fyri alskyns "brotsverk" móti føroyingum. Hann skrivaði gjøgnmførdar lygnir, eisini í eini bók, har hann avdúkaði sera lítla og avmarkaða søguliga vitan.
Fúlast var hann, meðan hann ageraði í uttastovu"tænastuni".
Har tók hann konsekvent støðu móti Danmark, sjálvt tá ið teir vildu hava konstruktivt samstarv og appelleraðu til Føroyar um solidaritet fyri báðar partar. Men hann trætti og royndi at skapa konfliktir allastaðni.
Hann virkaði monomanur í sínum ørliga danskarahatri.
Um tað hevur nakað við hansara uppruna at gera, er óvist, men hann er av danskari ætt, so reelt má tað vera eitt slag av sjálvhatri.
Men tey allarsíðstu árini hevur hann tagt eina tíð og næstan sovið Tornurósusvøvn, meðan tann naivi discippulin, Sira hevur yvirtikið leiðsluna av tí republikønsku sektini.
Men so raknaði hann við aftur í síðstu viku og fór aftur at goyggja í heilt rabiat vitleysari paranoia.
Tey postulatir, hann kemur við, eru so absurd, at tey eru ikki verd annað enn at yppa øksl yvir.
Er tað nú aftur tann klassiska paranoia, danskarahatur og brókaloysing sum plágar henda nationalistiska spilliklútin.
Allarhelst og so sjálvandi øvundsjúkan á ta núverandi samgonguna, ikki minst.
Men vert er at leggja til merkis munin á Hoydali og núverandi løgmanni, sum dugir fólkaskikk.
Hann hevur enn ikki við einum orði hvørki útspilt ella lopið á Danmark og danskarar við nøkrum níðingshøggi.
Hoydalur, sum er limur av eini vitleysari politiskari sekt, sum kallar seg Tjóðveldi, lærir aldrin at bera seg hampuliga at, men tann vanligi føroyingurin veit væl, at hvørki Danmark ella danskarar ganga hvønn dag og pønsa uppá at gera Hoydali ella øðrum føroyingum fortreð.
Teir hava annað at gera.
Tað veit tann nýggi løgmaðurin Beinir og tí er tónin og samráðingarlagið millum núverandi samgongu og Danmark høviskt, fólkaligt og positivt
Beinir dugir ikki bara fólkaskikk. Hann er eisini vinarligur og samráðingarfúsur við Mette Frederiksen. Slíkt lærir ein sekteriskur loysingur sum Hoydalur aldrin ella vil ikki læra tað.
Bestu ráðini til Tornurósu-Høgna er, at hann leggur seg aftur at sova og letur hampamenn sum Beinir og hansara samgongu fáa arbeiðsfrið.
Tornurósa svav í hundrað ár. Høgni durvaði bara nakrar krákumánaðir, áðrenn níðingurin aftur fór at dálka debattina.
Virgar T Dalsgaard
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



