Løgið, at kropsligt dirvi er so vanligt, men at moralskt dirvi er so sjáldsamt
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Í dag skipaði 62N fyri túri til Klæmintsgjógv við 60 sponsorum hjá fótbóltsfelagnum Brøndby, sum skal spæla dyst móti HB í kvøld í Conference League.

Hetta er nokk størsta áhoyrarafjøld sum nakrantíð hevur verið til grottu-konsert í Klæmintsgjógv.

Tónleikarar vóru Kristina Thede, Ernst Remmel, Bárður Johannesen og Bartal Kamban, og tá ið konsertin endaði við Brøndby-sanginum, so kom rættiligt lív í inni í Klæmintsgjógv.

Trý feløg førdu sponsorarnar aftur og fram og vóru tey Rib62, NAX og Bluegate.

Sí myndirnar her

Myndir: Ólavur Frederiksen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo