Ein politikari, sum skattar Tummas fyri at gjalda Hanusi, kann altíð rokna við atkvøðuni hjá Hanusi
- George Bernhard Shaw

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ein politikari, sum skattar Tummas fyri at gjalda Hanusi, kann altíð rokna við atkvøðuni hjá Hanusi
- George Bernhard Shaw
Skúli

Úti við 400 skúlabørn úr 3. og 4. flokki hittust við talvborðini í dag, tá ið fyrsta av trimum FM-kappingum í skúlatalvi var hildin við Tjarnir.

Tað vóru næmingar úr Skúlanum á Fløtum, sum hava vant dúgliga hjá Absalon Hansen, sum tóku sigurin við 27,5 stigum av 30 møguligum. Kappingin var hørð um næstu plássini. Har endaði við, at Hoyvíkar skúli fekk 2. plássið við 22 stigum, meðan Skúlin við Løgmannabreyt fekk 3. plássið við 21,5 stigum.

Eiðis skúli átti besta blandaða liðið, t.e. har liðið er javnt býtt millum gentur og dreingir. Liðið av Eiði fekk 18 stig og endaði á 9. plássi í samlaðu kappingini.

Besta gentuliðið átti Skúlin við Løgmannabreyt. Gentuliðið frá SVL fekk 17 stig og endaði á 15. plássi í samlaðu kappingini.

Í alt 52 lið tóku lut, harav 9 blandað lið og 10 gentulið.

Endastøðan:

  1. Spírin (Skúlin á Fløtum) - 27,5 stig

  2. Hoyvík 1 - 22 stig

  3. Løgmannabreyt 3 - 21,5 stig

  4. Sankta Frans 3 - 19,5 stig

  5. Hoyvík 3 - 19 stig

  6. Toftir 1 - 18,5 stig

  7. Eysturskúlin 1 - 18,5 stig

  8. Skúlatrøð 2 - 18,5 stig

  9. Eiði - 18 stig

  10. Sankta Frans 2 - 18 stig

  11. Eysturskúlin 3 - 18 stig

  12. Skúlatrøð 4 - 18 stig

  13. Eysturkommuna 1 - 18 stig

...

Í alt 52 lið.

FM í skúlatalvi heldur fram í morgin, tá ið 46 lið úr 5. og 6. flokki fara at kappast. Í ovurmorgin telva næmingar úr 7.-9. flokki. Tá eru liðini 38 í tali.

Í alt 1.000 næmingar úr 18 skúlum fara at hava sitið við talvborðini hesar tríggjar dagarnar.

Haldur Suni Johansen hevur tikið myndirnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #