Viðgerðin av verjuavtaluni millum Grønland, USA og Danmark fekk eina óvæntaða byrjan í grønlendska tinginum í dag. Fundurin varð steðgaður í trý korter, áðrenn boðað varð frá, at formansskapurin hevur meldað Naleraq til løgregluna, skrivar DR.
Múte B. Egede, uttanríkisráðharri, ákærir flokkin fyri at hava almannakunngjørt trúnaðarupplýsingar úr einum afturlatnum fundi í uttanríkis- og trygdarpolitisku nevndini. Hann heldur, at hetta kann skaða altjóða umdømið hjá Grønlandi.
Upplýsingarnar stóðu í einum minnilutaáliti, har Naleraq fanst at, at Grønland ikki fær størri fíggjarligan ágóða av avtaluni.
Floksformaðurin Pele Broberg vísir ákærunum aftur.
– Tað eru eingi prógv fyri hesum. Í minnilutaálitinum stendur, at talan var um notur frá einum kunningarfundi. Tað merkir ikki, at fundurin var í trúnaði, sigur hann við DR.
Naleraq hevur nú lagt fram misálit á Múte B. Egede. Broberg sigur, at flokkurin bert fer at atkvøða fyri verjuavtaluni, um ráðharrin tekur ábyrgd av handfaringini og leggur frá sær.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



