At ferðast er at liva!
- Hans Christian Andersen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

At ferðast er at liva!
- Hans Christian Andersen
Onnur tíðindi

Almanna- og Bústaðamálaráðið: Námsfrøðiligt eftirlit er í vár framt við seks tilboðum hjá Almannaverkinum.

Talan er um hesi tilboð:

  • Sambýlið á Hóvabrekku

  • Sambýlið á Kelduskákið

  • Sambýlið í Torfinsgøtu

  • Sambýlið á Garðsgøtu

  • Frítíðar- og klubbtilboðið á Frúutrøð

  • Frítíðartilboðið í Gerðagøtu

 Endamálið við eftirlitinum er at tryggja, at tilboðini og tænasturnar virka sambært endamáli og virkisætlan, at tey, sum fáa tilboð og tænastur, trívast og mennast, at hølisviðurskiftini eru hóskandi, og at fakliga støðið hjá starvsfólkunum er nøktandi.

Námsfrøðiliga eftirlitið verður framt við heimild í § 69 í almannalógini og kunngerð nr. 226 um námsfrøðiligt eftirlit. Tað er Almanna- og bústaðamálaráðið, sum stendur fyri eftirlitinum.

Í 2026 varð avtala gjørd við Menning.info við Jóhannesi Miðskarð, ph.d., um at fremja eftirlit við til samans 14 tilboðum hjá Almannaverkinum. Tey seks eftirlitini, ið skuldu fremjast í vár, eru nú framd, og átta eftirlit verða framd í heyst.

Frágreiðingarnar frá eftirlitunum í vár vórðu latnar Almanna- og bústaðamálaráðnum í august og eru nú sendar avvarðandi pørtum.

Samandráttir av eftirlitsfrágreiðingunum og viðmerkingarnar frá Almannaverkinum til tilmælini kunnu lesast her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #