Málsøkið navnamál verður flutt til landsstýrisfólkið í mentamálum. Tað er ásett í einari fráboðan frá Løgmansskrivstovuni, sum er kunngjørd í dag.
Flytingin fevnir um navnalóggávuna og umsitingina av lógini um fólkanøvn. Eisini ábyrgdin av, hvussu kirkjubókaførandi sóknarprestar skráseta nøvn í kirkjubøkurnar sambært navnalógini, verður savnað undir mentamálum.
Umhvørvisstovan verður samstundis løgd undir landsstýrisfólkið í mentamálum í teimum viðurskiftum, sum snúgva seg um navnamál.
Talan er um eina broyting í ábyrgdarbýtinum millum landsstýrisfólkini. Sjálvar reglurnar um, hvørji nøvn kunnu góðkennast, verða ikki broyttar við hesi fráboðan.
Beinir Johannesen, løgmaður, undirskrivaði fráboðanina í gjár og hon kemur í gildi í dag.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



