Hátíðarhald er í dag og seinni í ár verður veitsla hjá elsta hondbóltsfelagnum í landinum, Neistanum, sum fyllir 95 ár.
Ein av eldsálunum handan Neistan, Vagnur Michelsen, skrivar soleiðis um Neistan:
"Undirritaði fekk mest sum hondbóltin við móðirmjólkini, tí mamma spældi í fleiri ár hondbólt, og pápi var ein av unglingunum, sum í 1931 stovnaðu Neistan í húsum í Magnus Heinasonar gøtu. Neistin er elsta hondbóltsfelag í Føroyum.
Foreldrini vóru góð við Neistan. Sum neistaspælari upplivdi eg bæði at spæla hondbólt á grúsvølli, asfaltvølli og í ítróttahøll. Góð minni. Fari at hugleiða eitt sindur um lívsleiðina hjá Neistanum, og hvussu hondbóltsspælið er ment hesi 95 árini. Men fyrst til eldra søguliga partin."
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



