Íslendska fyritøkan 1984, sum hýsir heimasíðum og telduposti hjá nógvum fyritøkum og privatfólkum, varð fyri einum álvarsligum netálopi fríggjadagin. Fyritøkan valdi at steðga tænastunum fyri at avmarka skaðan, skrivar RUV.
Leygardagin upplýsti stjórin, at álopið eftir øllum at døma hevði verið serliga rættað móti ávísum heimasíðum. Sunnudagin staðfesti íslendska nettrygdartænastan CERT-IS tó, at tað enn var ov tíðliga at siga, hvør stóð aftan fyri álopið.
Heimasíðan hjá 1984 vísir í morgun, at partar av tænastunum framvegis eru tarnaðar
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



