

SF: – Tað verður ein oyggjarveitsla, sum bert vit kunnu gera saman, Nik & Jay og okkara elskaðu Føroyar, siga Nik & Jay í heilsan til føroyingar.
Hóskvøldið spælir kendi danski popprappbólkurin Nik & Jay á Summar Festivalinum.
Nik & Jay hava í meira enn tjúgu ár rappað og sungið fyri stóru og breiðu fjøldini, og teir eru betur umtóktir enn nakrantíð, nú teir koma til Klaksvíkar at framføra.
– Vit gleða okkum ótrúliga nógv til at koma til Føroya at spæla á Summar Festivalinum, siga Nik & Jay í heilsan til føroyingar.
– Tað verður ein oyggjaveitsla, sum bert vit kunnu gera saman, Nik & Jay og okkara elskaðu Føroyar, siga teir í video-heilsan, ið kann síggjast niðanfyri.
Nik & Jay hava hittað við sangum sum "Hot", "Elsker hende mere", "Lækker", "En dag tilbage", "Mod solnedgangen", "Boing" og fleiri.
Teir spæla á Vágsbø hóskvøldið kl. 22.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo