Ein maður sum sær heimin á sama hátt tá hann er 50 sum tá hann var 20 hevur burturspilt 30 ár av lívinum.
- Mohammad Ali

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ein maður sum sær heimin á sama hátt tá hann er 50 sum tá hann var 20 hevur burturspilt 30 ár av lívinum.
- Mohammad Ali
Onnur tíðindi

Skipið hevur áður verið uppi, men liggur nú á sjónum aftur, har tað ikki liggur trygt, metir Klaksvíkar Havn.

Skipið hevur áður verið uppi, men liggur nú á sjónum aftur, har tað ikki liggur trygt, metir Klaksvíkar Havn.

Skipið hevur áður verið uppi, men liggur nú á sjónum aftur, har tað ikki liggur trygt, metir Klaksvíkar Havn.

Ósemjan um bátin NMC Protector, sum liggur í Klaksvík, er nú komin hartil, at Klaksvíkar havn hevur boðað eigaranum frá, at skipið verður tikið upp á land, um eigarin ikki flytur tað úr havnini í seinasta lagi 1. desember.

Tað stendur í einum skrivi frá sakføraranum hjá havnini, dagfest 13. november, sum VP hevur fingið innlit í.

Eigarin, sum er niðurlendski felagsskapurin Byzantine National Lifeboat Institution Stichting, BNLI, vísir í svari 16. november freistini aftur og mótmælir, at skipið verður tikið upp fyri teirra rokning.

Avtala var um tvær vikur
Sambært advokatskrivinum var upprunaliga avtalan frá 24. apríl 2026, at skipið skuldi liggja í Klaksvík í umleið 14 dagar. Freistin varð síðani longd til 15. oktober, men skipið liggur framvegis í havnini.

Advokaturin ger eisini vart við, at skipið eftir havnarinnar meting ikki liggur nóg væl til veturin. Eigarin verður biðin um at tryggja fortoyingarnar og leggja fram skjalprógv fyri nøktandi trygging.

Verður skipið ikki flutt áðrenn nýggju freistina, ætlar havnin at taka tað upp. Útreiðslurnar til upptøku, handfaring, flyting og uppihald á landi verða sambært skrivinum lagdar á eigaran.

BNLI sigur hinvegin, at øll legu- og havnargjøld eru goldin, eisini fyri nýggjasta rokningarskeiðið. Og felagsskapurin heldur, at kommunan við at taka ímóti gjøldum eftir 15. oktober hevur góðtikið framhaldandi legu. 

Kommunan hevur víst skuldsetingum aftur
Eisini er ein tvistur við KJ um ógoldnar rokningar partur av málinum. Í almennari fráboðan 21. oktober gjørdi Klaksvíkar kommuna greitt, at hon ikki er partur í privatrættarligu ósemjuni. Hon vísti aftur, at ábyrgdin av skipinum var flutt til havnina, og segði, at manningin ikki var forðað í at hava eftirlit við tí.

Sambært kommununi hevur BNLI áður víst forstáilsi fyri, at havnin ikki kundi bjóða langtíðarlegu, og boðað frá, at fráferð varð fyrireikað undir tryggum umstøðum.

Í oktober segði kommunan, at eingi boð vóru givin um tvingsilsflyting. Nýggja advokatskrivið frá november boðar nú ítøkiliga frá upptøku, um freistin ikki verður hildin.

Kæra og uppskot um loysn
BNLI sigur, at Umboðsmaðurin kannar málið. Á almenna málslistanum hjá kommununi er 26. oktober skrásett eitt mál frá Løgtingsins Umboðsmanni um kæruna hjá BNLI um noktað havnapláss. 

Felagsskapurin vísir eisini til eina váttan frá Føroya Rætti um, at einki rættarmál ella úrskurður um burturflyting fyriliggur. 

BNLI bjóðar tvær loysnir: At skipið verður flutt til annað vart vetrarpláss í havnini, ella at tað verður tikið upp til umvælingar undir eftirliti hjá felagsskapinum ella sýnsmanni. Umboð hjá BNLI ætla til Klaksvíkar umleið 10. desember og krevja skrivligar trygdir fyri trygd og ótarnaðum atgongdi til skipið.

Felagsskapur ímóti grindadrápi
BNLI lýsir seg sum ein vælgerandi grunn, skrásettan í Niðurlondum, ið arbeiðir fyri at verja havið og bjarga mannalívum á sjónum. NMC Protector er sambært felagsskapinum ein bjargingarbátur av Arun-slagnum.

Felagsskapurin hevur eisini savnað pening til at senda skipið til Føroya at eygleiða og kunna altjóða um grindadráp. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #