Føroyski filmurin No Rest for the Wicked er á breddanum, og fær góð ummæli úti í heimi.
Filmurin varð sýndur á Fantasia International Film Festival í Montreal 22. juli.
Vanity skrivar, at filmurin kann tykjast ójavnur og stundum ógreiður um, hvørt hann vil vera ein kærleiksfilmur ella ein ræðufilmur. Ummælarin heldur eisini, at Egor Venned sær næstan ov fullkomin og væl bygdur út til søguliga umhvørvið, og at aldursmunurin millum hann og Pilou Asbæk ger teir til eitt heldur óvanligt par.
Samlaða metingin er tó, at huglagið, sjónleikurin og tann kensluborni, óhugnaligi endin gera hann væleydnaðan og rørandi.
No Rest for the Wicked er ein danskur-føroyskur kærleiks- og ræðufilmur, sum fer fram í Føroyum í 1862. Høvuðspersónurin Baldur er ein ungur føroyskur fiskimaður, sum býr saman við einkjumóður síni, Áslu. Lívið hjá honum broytist, tá hann hittir danska Helga, sum er strandaður í Føroyum. Teir gerast fyrst vinir, men sambandið mennist til loyniligan kærleika.
Føroyski Egor Venned spælir Baldur í sínum fyrsta filmsleikluti, meðan Sofía Nolsøe, Kjartan Hansen, Búi Dam og tónleikakvinnan Brimheim eisini eru við. Føroyski framleiðarin Jón Hammer og felag hansara Outlier Projects hava samstarvað við danska SF Studios og íslendska Truenorth. Søgan byggir harumframt á Manor frá 1885 hjá týska undangongumanninum fyri rættindum hjá samkyndum, Karl Heinrich Ulrichs.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



