Tann lati sigur ofta, at tí ágrýtna gongst væl, av tí at hann er so heppin
- H. L. Mencken

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tann lati sigur ofta, at tí ágrýtna gongst væl, av tí at hann er so heppin
- H. L. Mencken
Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Mikudagin flutti Elsa Berg, borgarstjóri, sína skrivstovu av Vaglinum til Kirkjubøar.

Nógv fólk í bygdini nýttu høvið til at heilsa upp á borgarstjóran og tosa um leyst og fast.

Dagurin byrjaði við, at umboð fyri kommununa gingu runt í bygdini saman við umboði fyri staðbundnu nevndina. Hugt varð eftir ymiskum viðurskiftum, sum ynski er um at gera nakað við.

Millum annað varð hugt eftir fríøkinum, veitunum og brandhúsinum. Eisini vórðu viðurskifti sum gøtur, benkur, ruskinnsavnan, útstykking og ferðafólk umrødd.

Seinnapartin høvdu fólk í Kirkjubø so møguleika at hitta borgarstjóran, og nógv fólk brúktu høvið til at koma inn á gólvið til eitt prát.

Millum so mangt annað bleiv tosað um bussleiðina og um gøtulyktir, røkt av bygdini, ferðafólk og ferðslu.

Ein góður dagur, har borgarstjórin fekk eitt betri innlit í, hvat rørir seg millum fólk í Kirkjubø, og fólk fingu høvi at siga sína hugsan um ymiskt, sum liggur teimum á hjarta.

Ætlanin er at gera fleiri slíkar dagar, har borgarstjórin fer at flyta sína skrivstovu út í bygdirnar í kommununi.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #