Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jenis av Rana, løgtingsmaður
Svarari: Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum
Evni: Matvøruprísir v.m.
Spurningar:
1. Er landsstýrismaðurin nøgdur við ta tíðarætlan, sum er løgd fyri kanningina, ið er ætlað at finna grundleggjandi orsøkina til høga prísstøðið á gerandisvørum í Føroyum?
2. Ætlar landsstýrismaðurin sær at seta átøk í verk fyri at skunda undir hesa kanning? Og um so er hvørji?
Viðmerkingar:
Nógv tos, men fá ítøkilig úrslit. Hetta man vera niðurstøðan hjá vanliga føroyinginum, tá spurningar um høga støðið á matvøruprísum og orsakirnar til tess verða viðgjørdir millum manna, í fjølmiðlum og millum leik og lærd.
At prísir á mati, drekkivørum v.m. eru hækkaðir við 30% seinastu 5 árini tykist ongi ivi vera um hjá serkønum, sum hava kannað málið. Hetta varð m.a. váttað av Kappingareftirlitinum so seint sum í útvarpssendingini Breddanum fríggjadagin 25. september, og í grein í Lesarin.fo 26. sept. 2026.
Har vit fáa at vita, at: «ógvusligi prísvøksturin í tíðarskeiðnum 2021-2024 hevur rakt pensjónistarnir sera meint og er ikki útjavnaður aftur. Sum dømi hava eini pensjónistahjún mist munandi keypiorku, íalt kr. 97.883, herav Samhaldsfasti er kr. 44.246, vegna ov lítla prísjavning í tíðarskeiðnum.» (Robert Vilhelmsen 26. sept. 2026).
Í nevnda Bredda varð tosað um fyribils úrslit frá undankanning, sum var løgd fram í 2024. Sagt varð, at hendan ikki var nøktandi, men at hon gav ábendingar, sum góvu orsøk til eina størri kanning. Hendan meira nágreiniliga kanning er tó enn í gongd og umfatar kanningar av veitarum, smásølum, heilsølum v.m.
Kanningar, sum m.a. skulu avdúka, um viðurskifti eru á føroyska marknaðinum, sum forða fyri veruligari og virknari kapping v.m.
Tað undranarverda við hesum kanningum er, at hóast byrjað varð í 2024, og tó at dagligar mat- og drykkivørur eru dýrkaðar 30% seinastu 5 árini, so tykist ongin skundur vera at finna grundleggjandi orsakirnar og harvið møguligar útvegir fyri at hjálpa vanliga borgaranum. Tí hóast føroyingar dagliga stríðast við staðfestu og hækkandi prísirnar, so er ongin deadline ásett, og kanningin verður ikki liðug fyrenn eina óásetta tíð í 2027. Spurt í nevndu breddasending verða orsakirnar sagdar vera «ov nógv at gera og eitt lítið kontór».
Á Løgtingi, 29. september 2026
Jenis av Rana
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



