Um tú ikki kanst føða 100 munnar, byrja so við einum
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Um tú ikki kanst føða 100 munnar, byrja so við einum
- Móðir Teresa
Skúli

Eftir midnátt til tann 28. juli 2026 fingu allir umsøkjarar til hægri útbúgvingar í Danmark svar upp á umsókn sína.

Sostatt hava nógv ung í Føroyum eisini fingið svar upp á umsóknina í dag.

Heilt nógv føroysk ung plaga at søkja inn á Copenhagen Business School í Keypmannahavn, har tey eitt nú lesa HA í virkisfrøði.

Eftir bachelor taka tey ofta kandidatútbúgving (cand.merc) eisini.

Í dag boðar CBS frá, at tey hava fingið metstórt tal av umsøkjarum, heili 7.463 hava valt útbúgving á CBS sum teirra fyrsta raðfesting, men at áleið tveir triðingar av hesum fáa noktandi svar upp á umsókn sína.

Tað eru sostatt uttan iva heilt nógv føroysk ung millum tey áleið 5.000 umsøkjararnar, sum nú ikki sleppa inn á dreymaútbúgving sína á CBS.

VP hevur spurt Johnny í Grótinum, útbúgvingarleiðara á Setrinum, um góð ráð til øll hesi lesandi.

- Hesi eru hjartaliga vælkomin at søkja um lestrarpláss á útbúgving okkara í búskaparfrøði & virkisfrøði á Fróðskaparsetrinum, sigur Johnny.

- Vit hava fingið áleið 20 umsøkjarar i ár, sum væntandi byrja á útbúgvingini síðst í august. Tað eru tó framvegis tøk pláss á útbúgvingini, so tey eru vælkomin at søkja umvegis heimasíðuna hjá Setrinum, www.setur.fo.

- Vit hava nýliga gjørt samstarvsavtalu við CBS, soleiðis at okkara lesandi kunnu taka eitt semester av lærugreinum á CBS sum part av bachelorútbúgving okkara. Harumframt ber til at søkja inn á fleiri av kandidataútbúgvingunum á CBS eftir lokna bachelorútbúgving á Setrinum. Eitt nú hava fleiri av okkara fyrrverandi lesandi tikið prógv sum cand.merc.aud á CBS. 

Til ber at søkja um upptøku á bachelorútbugvingini í búskaparfrøði & virkisfrøði á heimasíðuni hjá Fróðskaparsetrinum.

Meira kunning um útbúgvingina: TRÝST HER

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #