At vera eitt sexsymbol er ein tung byrða at bera, serliga tá ein er móð, særd og ørkymlað
- Marilyn Monroe

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

At vera eitt sexsymbol er ein tung byrða at bera, serliga tá ein er móð, særd og ørkymlað
- Marilyn Monroe
Lesarin skrivar

Eingin føroyskur fiskimaður, men ein torva av altjóða byrokratum, fleiri 100 í tali, mól runt í Føroyum í farnu viku. ’Fiskiverndarstovnurin’ ICES var miðdepil í meldrinum í NLH.

Hans Ellefsen, ’dekanur’ á Setrinum í ymsum ’vísindum’ (m.a. javnstøðu, búskapi, hagfrøði, kvinnusak og nú fiskikvotum) spældi 1. violin í akademiska orkestrinum.

ICES er stytting fyri ’International Council for the Exploration of the Sea’.

Hesin altjóða almenni stovnur sá dagsins ljós í Kjøpinhavn longu í 1902 fyri at fylgja við fiskiskapi og at geva myndugleikum ráð og tilmæli um fiskiskap í Norðsjónum, seinni í Eystrasalti og fram við Atlantsstrondini.

Einglar á knappanálshøvdi
ICES eksploderaði í sínum skrivstovuveldi og virksemi í hav- og fiskifrøði, tá fiskimørkini vórðu flutt út á 200 fj. Nú dømir ICES millum livandi og deyð, millum teirra, ið sleppa at vera ’burðardygg’ og hini glætaðu.

Hetta minnir alsamt meiri um katólsku inkvisatiónina í miðøld, tá Pávakirkjan átti 40% av øllum virðum (nakað sum tað almenna í dag).

Tað var ein skipað og lógarfest kirkjulig kúging, har vaksandi tal av milliónum, pávum, erki- og bispum, kardinalum, klerkum og munkum kjakaðust m.a. um, hvussu nógvir einglar kundu dansa á einum knappanálshøvdi

Øll hini, ið slitu seg í hel av kropsarbeiði, rukku 35 ára miðal livialdri.

Enn eru ’bert’ 51 starvsfólk á ICES-skrivstovuni í Kjøpinhavn. Men eini 7.000 ’vísindafólk’ á 500 alment fíggjaðum stovnum í Evropa og aðrasaðni ráðgeva ICES.

Lagt Eystrasalt oyðið fyri tosk
Fækkandi fiskimenn í teim 8 londunum kring Eystrasalt (Svøríki, Finland, Estland, Letland, Litava, Rusland, Póland, Týskland og Danmark) hava uppgivið stríðið fyri fiskinum ímóti ICES o.ø. umhvørvistum.

Hesir fiskimenn skulu sum aðrir liva av at fiska. Men 1000-tals almenn starvsfólk og ráðgevar hjá ICES, ið liva av skatti í løn, ráða yvir allari fiskivinnu og fiskimonnum.

ICES hevur onga fíggjarliga ábyrgd av síni ráðgeving. Henni mugu fiskimenn liva (og doyggja) av.

Syndarliga gongdin í hesum fyrr so ríka Eystrasalti hevur verið henda:

Mitt í 1980-árunum veiddu fiskimenn tætt í 500.000 tons árliga av toski í Eystrasalti umframt onnur fiskasløg, eitt nú flatfisk og uppsjóvarfisk.

Har var slíkt fiskameingi, at nøkur føroysk deksfør fingu eisini fiskiloyvi har.

Síðan tá hava londini samvirkað við ICES sum ráð(gev)andi myndugleika til at fiska toskastovnin niður. Fyri nøkrum árum síðan settu londini veiðibann fyri tosk.

Men ICES kostar meiri og meiri í skrivstovulønum, meðan fiskivinnan kastar minni og minni av sær.

Skarvur og kópur friðaðir í flokki A
ICES skal tó ikki einsamalt fáa skyld fyri at oyða hálva miljón tons av toski og flatfiski bara í Eystrasalti.

Aðrir umhvørvistar (líka ’einoygd’ fólk sum fiskifrøðingar) hava eisini størri ávirkan enn fiskimenn. Baltiski kópurin er friðaður, og kópatalið økt til tætt í 100.000 íalt. Hvør kópur etur sum kunnugt 2-3 tons av fiski árliga.

Ikki bara kópurin skal fáa alla skyldina fyri sorgarleikin, sum ICES varar av. Ein kanning hjá Dansk Teknisk Højskole saman við fiskimonnum kunngjørdu nú ein dagin, at tann friðaði skarvurin hevur havt jóladagar í mong ár og etur 85% av toska- og flatfiskaynglinum í Eystrasalti.

Jú fleiri havfrøðingar, jú færri fiskimenn
Í 1960-unum áttu bert eini 3.100 skarvapør kring alt Eystrasalt. Nú reiðrast eini 200.000 pør fram við strondunum. Tað merkir, at 400.000 skarvar meska 1000-tals tons av góðari mannaføði í seg árliga.

Talið á akademikarum við skatti í løn, á kópi og skarvi økist líka ræðandi skjótt, sum talið á fiskimonnum, ið skulu liva av minkandi fiskatilfeingi fækkar.

Hetta er skilið í Eystrasalti. Enn verri hevur gingið aðrastaðni, serliga har skrivstovuveldið hjá ICES herjar, umframt NEAFC og NAFO - eisini mannað av skattfíggjaðum byrokratum.

Meiri um tað seinni.

Óli Breckman

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #