Ja og nei eru tvey lítil orð. Men aftanfyri tey liggja oftani stórar avgerðir
- Mette Fritzbøger

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ja og nei eru tvey lítil orð. Men aftanfyri tey liggja oftani stórar avgerðir
- Mette Fritzbøger
Vinna

Norðurlendski stórbankin Nordea er í dag dømdur at gjalda 155 milliónir krónur í bót í søguligari sak um hava verið við til at hvítvaska yvir 26 milliardir krónur.

Ákærumyndugleikin hevði kravt, at bótin var 6,6 milliardir krónur. Bankin var harvið fríkendur fyri flestu av ákærupunktunum, sæst í dóminum.

Bankin skal hava framt 17.726 flytingar árini frá 2012 til 2015. Feløg í eystanlondum, serliga Russlandi, bóðu um flytingarnar.

Talan er um søguligt mál í donsku rættarskipanini, tí hetta er fyrstuferð at ein banki sum er ákærdur fyri hvíttvasking hevur noktað seg sekan, og málið tískil er endað i rættinum. Í hinum førunum hevur bankin tikið við einum uppskoti um sekt, skrivar dr.dk.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #