Norska granskingarráðið hevur í morgun kunngjørt, at granskarar á Universitetinum í Bergen fáa nærum tvær milliónir norskar krónur til eina nýggja verkætlan um laksalús.
Granskarin Virginie Comorge skal kanna lúsina fyri at vita, hvussu hon festir seg á laksin.
Ætlanin er at fáa betri innlit í, hvussu sambandið millum lúsina og fiskin virkar.
Vónin er, at nýggja vitanin kann avdúka veikleikar, sum seinni kunnu brúkast til at menna nýggjar fyribyrgjandi viðgerðir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



