Nýggj tøl frá norska Mattilsynet vísa, at nærum 1,4 milliónir tons av laksi og sílum vórðu tikin fyrstu níggju mánaðirnar í ár. Tað er 11 prosent meira enn sama tíðarskeið í fjør og nýtt met.
Samstundis er parturin av fiski, sum verður flokkaður niður vegna sár, tí teir eru vanskaptir ella aðrar góðskufeilir, minkaður úr 20,4 prosentum í 2024 niður í 8,5 prosent í ár. Í 2025 var parturin 13,2 prosent.
Bara í triðja ársfjórðingi vórðu 569.000 tons tikin, sum eisini er nýtt met.
Mattilsynet heldur, at gongdin kann benda á betri fiskavælferð, men leggur dent á, at stórir landafrøðiligir munir framvegis eru.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



