Ein politikari, sum skattar Tummas fyri at gjalda Hanusi, kann altíð rokna við atkvøðuni hjá Hanusi
- George Bernhard Shaw

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ein politikari, sum skattar Tummas fyri at gjalda Hanusi, kann altíð rokna við atkvøðuni hjá Hanusi
- George Bernhard Shaw
Politikkur

Noreg kann standa fyri einum politiskum nýbroti, sum ikki hevur verið at sæð í nøkrum øðrum norðurlandi. Framsóknarflokkurin, FrP, hevur nú so stóra undirtøku, at forsætisráðharrasessurin kann gerast veruleiki hjá forkvinnuni, Sylvi Listhaug (myndin).

Sambært pollofpolls.no fekk FrP í miðal 33,7 prosent í veljarakanningunum í oktober. Hann kann sostatt vaska gólvið við gamla Høyre flokkinum hjá forsætisráðharrum sum Ernu Solberg og Kåre Willoch, tí Høyre fær bert góð 13 prosent av atkvøðunum. Arbeiðaraflokkurin fær 21,5 prosent.

Anders Ravik Jupskås, granskari við Universitetið í Oslo, metir, at framgongdin stavar frá einum breiðari politikki.

FrP sameinir krøv um lægri skattir, avgjøld, streymprísir og brennievnisprísir við størri persónligum frælsi og strangari útlendingapolitikki.

- Tí er skeivt at siga, at framgongdin einans kemur frá øktum eftirliti við innflyting og spurninginum um mentanarpolitik. Privatbúskapurin og mótstøðan móti avgjøldum hava minst líka stóran týdning, sigur hann.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #