Gakk ongantíð firtin longur, enn tað loysir seg
- Hans Pauli Johannesen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Gakk ongantíð firtin longur, enn tað loysir seg
- Hans Pauli Johannesen
Onnur tíðindi

Í einari kanning av 867 starvsfólkum á níggju norskum laksavirkjum upplýsti fimti hvør, at tey høvdu astmaeyðkenni, sum vóru knýtt at arbeiðinum.

Tað skrivar iLaks.

Carl Fredrik Fagernæs, serlækni í arbeiðsmedisini á St. Olavs Hospital í Tróndheimi, sigur, at laksur nú er vanligasta orsøkin til arbeiðstengdan astma millum sjúklingarnar á teirra serdeild.

Síðani 2019 eru 61 starvsfólk úr laksavinnuni kannað fyri møguligan arbeiðstengdan astma.

Trupulleikin stavar millum annað frá smáum partiklum úr laksinum, sum koma út í luftina undir slakti og virking. Tá starvsfólk anda hesar partiklar inn, kunnu tey fáa álvarsligar trupulleikar við andadráttinum.

Noyðast at gevast í arbeiðinum
Sambært Fagernæs eru flestu starvsfólkini, sum fáa staðfest arbeiðstengdan astma, noydd at gevast í vinnuni.

Orsøkin er, at ov fá arbeiðspláss eru á virkjunum, har tey kunnu arbeiða uttan at verða útsett fyri partiklum úr laksi.

Læknin ávarar um, at framhaldandi ávirkan kann gera sjúkuna verri og føra til varandi astma.

Hann undirstrikar tó, at astmaeyðkenni ikki neyðturviliga merkja, at viðkomandi hevur staðfestan astma.

Granskararnir arbeiða nú við at fáa betri vitan um sjúkuna og møguleikarnar fyri at fyribyrgja henni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #