Frá 19. november er týskt ikki longur eitt krav fyri at sleppa inn á hugbreyt á miðnámi.
Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður, undirskrivaði í gjár broytingina í upptøkukunngerðini.
Hon varð kunngjørd í dag og kemur í gildi í morgin. Hini upptøkukrøvini til hugbreyt eru óbroytt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



