Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton
Innlendis ítróttur

Tórshavnar kommuna: Rennibreytin treingir til ábøtur, og nú byrjar arbeiðið at umvæla og uppstiga breytina, so hon eisini fær góðkenning til fleiri altjóða kappingar.

Ein sjónlig broyting verður, at tann eina langsíðan verður breiðkað, so tað verða átta geilir til 100 metra renning í staðin fyri tær seks, sum higartil hava verið.

Ein onnur broyting er, at tað nú eisini fer at bera til at íðka stangarlop á Tórsbreyt.

Arbeiðið skal vera liðugt í summar.

Sp/f Grettir skal standa fyri arbeiðnum at nútímansgera rennibreytina. Tilboðið hjá Sp/f Grettir fyri at gera arbeiðið var beint omanfyri 7,5 mió. krónur.

Sáttmálin varð undirskrivaður hósdagin millum Elsu Berg, borgarstjóri, og Andras Andreasen, stjóra í Sp/f Grettir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #