Líðing eigur so vítt møguligt at vera ein læra - ikki ein tilvera
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Líðing eigur so vítt møguligt at vera ein læra - ikki ein tilvera
- úr Børkuvísum
Krutl

Í morgin verður frískt lot av útsynningi, seinni vestri, kanska okkurt æli tíðliga á degnum og hitin um 9 stig.

Týsdagin verður bert ein lítil ond av høgættum, regn tíðliga um morgunin og hitin um 5 stig.

Mikudagin upp í ein strúk av útnyrðingi, skýggjað men turt og sólglottar av og á, kaldari, niður í 2-3 stig.

Hósdagin kemur kanska okkurt kava- ella vátakavaæl, ættin verður útnyrðingur, fyrst upp í ein strúk men hann minkar sum dagurin líður og hitin um eini fimm stig.

Fríggjadagin fyrst bert eitt lítið lot av vestri men so trilkar hann vindin og um kvøldið er strúkur í vindi og hitin um 7 stig.

Næsta vikuskifti er veðrið ringt, tað regnar illa og millum frískan og hvassan vind av ymsum ættum. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #