Í sambandi við, at Umhvørvisstovan hevur arbeitt við at gera ein lista yvir tignarligar fjallatindar í Føroyum, eri eg biðin um at gera viðmerkingar til listan. Tað geri eg fegin. Eg havi verið víða um, og eri bergtikin av teimum føroysku fjøllinum tí eg haldi meg vita, hvat eitt fjall og hvat ein fjallatindur er.
Tað er serliga navnið á listanum, sum eg havi fest meg við; tí, hvat merkir tað í grundini, tá tosað verður um ein lista av tignarligum fjallatindum? .
Sambært Sprotanum kann tignarligt merkja ”við miklari tign”, ”stórbært” ella ”hábærsligt”.
Men tað valdast eisini eygað sum sær. Tað kunnu nevniliga vera so øgiliga nógvar persónligar orsøkir til, at eitt fjall er tignarligt fyri ein persón og ikki fyri ein annan. Hesar orsøkirnar eru ofta øgiliga ymiskar frá persóni til persón, og tað kann enntá vera, at eitt fjall, sum stendur á listanum er alt annað enn tignarligt fyri nógv. Tí gevur tað eftir mínum tykki onga meining at gera EIN lista við tignarligum fjøllum.
Fyri at halda fast í tað, sum Sprotin sigur um orðið tignarligt, so kunnu vit eisini spyrja, um øll fjøll í Føroyum í grundini ikki eru tignarlig. Tey eru tað, sum skapa hetta landið, og tí virkar tað løgið, og enntá beinleiðis skeivt, at velja nøkur út til at vera serliga tignarlig.
Ein annar spurningur er, hvør tað er, sum ger av, um ein fjallatindur er tignarligur ella ikki. Og ein triði, hvørjar grundgevingar og tankar liggja aftanfyri valið av fjøllum á listanum.
Til seinast kunnu vit eisini spyrja, hvør er tað, sum ger av, um ein fjallatindur er tignarligur ella ikki?
Tað var í 1979, ella har á leið, at Óli Johansen av sínum eintingum gjørdi ein lista við 340 fjøllum. Fyrstur, at vera á øllum hesum fjøllum, var Árni Jakobsen í 2012. Síðan hava góð 100 fólk gingið ”topp Føroyar”, sum vit kalla tað.
Men hetta talið – 340 – er eftir mínum tykki, og tað eru tað fleiri onnur, sum eisini halda, ikki heilt neyvt. Á listanum mangla nakrir tindar kring landið, sum áttu at verið skrásettir sum fjallatindar. Og aðrir fjallatindar skuldu verið strikaðir av listanum.
Tá Eivind Weyhe Í 2018 var byrjaður at skriva bókina um fjallatindar, sum kom í bókhandlarnar í 2020, fekk eg ta gleði at hjálpa honum, millum annað við at lata honum myndir. Eisini eftirkannaði eg tekstin til allar myndirnar í bókini.
Tá bókin var útkomin manglaðu nakrir fjallatindar, og við góðari hjálp frá Eivindi eru teir nú umleið 420 í tali. Tá eru øll fjøll við, eisini allir 340 fjallatindarnir hjá Óla Johansen.
Eg havi síðan av mínum eintingum gjørt mær mín egna lista, tað vil siga listan við 340 fjøllum, sum eg nevni Fjallanøvn, har øll staðarnøvn á øllum toppum í Føroyum eisini eru á.
Nógvastaðni eru fjallatindarnir ikki tað hægsta á fjallinum, og dømini eru mong. Til dømis Eiðiskollur, Teigafjall, Lambaregna og so framvegis.
Nú verður, sum eg lesi tað, Borgin í Saksunardali flutt 500 metrar ímóti Vatnsdalsskarði, og tað er eftir míni bestu sannføring ikki rætt.
Vit kunnu ikki við einum pennastroki flyta Borgina teir 500 metrarnar móti Vatndalsskarði, bara tí ein formil knappliga sigur tað. Staðarnavnið Borgin er har sum tað stendur, við 642 metra hædd, og ikki 675 metra hædd.
Eitt annað evni er, at mann eftir øllum at døma er í holt við at strika fjallanøvn, sum hava verið brúkt næstan alt tað, sum fólk vita um. Eitt dømi er Norðanfyri Blámansfjall í Norðureysturoy, beint sunnanfyri Vaðhorn. Tað hevur verið skrásett sum fjall, men skal nú eftir øllum døma strikast, men hvør grundgevingin er, veit eg ikki.
Henda ætlanin undrar meg, serliga, tá mann hevur í huga, at navnið Norðanfyri Lokkaskarð sleppur at standa. Her vantar eftir mínum tykki samanhangur og ein reyður tráður í arbeiðinum, og tað er ikki gagnligt.
Tað sama ger seg galdandi við ”tignarligum fjallatindum”.
Brúka vit Kaguklett í Froðba og Mølina á Viðoynni sum dømi, so gevur tað onga meining, at kalla tey tignarlig fjøll, tí talan er um tveir slættar og ikki um fjøll.
Eg havi ikki gjøgnumgingið allan listan yvur tignarligar fjallatoppar. Um man tekur Tunnafjall omanfyri Hvannasund so er tað ikki eitt tignaðarligt fjall tí mann hevur tikið Skarðið á Tunnafjalli sum er 633m, ið er ein slætti og IKKI eitt Skarð, sí viðløgda mynd, vísir, og man brúkar formulin 50m frá einum skarði so fellur Tunnafjall, tí tað bert er 593m, Ístaðin átti man at brúkt Sundsskarð sum er 403m.
Tí er tað so sera umráðandi at mann kennir støðini aðrenn tignarligi listin verður gjørdur.
Fyri at taka okkurt annað úr rúgvuni, so eru Høgøksl og Mjóstíggjur omanfyri Fámjin, Nakkurin 754m uppi yvir Ennibergi og Nakkurin (Skoranakkur) 481 sunnast á Viðoynni tikin úr fjallalistanum. Tað gevur heldur onga meining.
Frá 1932 tá Chr. Matras byrjaði at skriva um fjøll og seinni Eivind Weyhe og aðrir góðir menn, eru ein partur av føroyafólki í teirra heppnu støðu at nú eru tað so nógv fólk sum kunnu úttalað seg um tað føroysku náttúruna, og um allar fjallatoppar kring alt landi.
Um vit skulu hava ein lista við tignarligum fjøllum í Føroyum, um tað í heila tikið er neyðugt, so er mítt tilmæli til Umhvørisstovuna, at listin verður gjørdur í felag millum tey, sum sita við skrivaraborðini, tey fólkini, sum hava upplivað nattúruna og kanska eisini lokalkend fólk, sum vita, hví fjøll eita tað tey gera. Tí fyri at vita um fjallið er tignaðarligt mást tú kenna fjallið.
Og lat okkum í felag semjast um, hvørt ein tindur skal vera (Prominence factor:) 20 metrar, 50 metrar ella 100 metrar frá einum skarði fyri at vera roknaður sum ein fjallatindur.
Eg vil seinast staðiliga heita á Umhvørvisstovuna, meðan arbeitt verður við einum øðrum fjallalista at taka tey tignarligu fjøllina av heimasíðuni,
Ps. Eg havi nakrar myndir, viðlagt, men tær eru betur útgreinaðir á mínari FB síðu ella undir "Fjallatúrar."
Pól Sundskarð
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



