Uttan arbeiði eingin hvíld, uttan stríð eingin sigur
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Uttan arbeiði eingin hvíld, uttan stríð eingin sigur
- føroyskt orðatak
Onnur tíðindi

Hósdagin var reisigildi á nýggju battarístøðini hjá SEV á Sundi.

Arbeiðsfólk og umboð fyri veitarar hátíðarhildu saman við umboðum fyri starvsfólk og nevnd hjá Sev hendan varðan á leiðini móti einum enn tryggari og burðardyggari elneti, skrivar SEV á heimasíðuni.

Jón Nielsen, deildarstjóri fyri netið, segði millum annað soleiðis í røðu:

- Hetta er eitt stig afturat á leiðini móti einum enn tryggari elneti í Føroyum. Hetta er slóðbrótandi arbeiði, og eg kann siga, at tit øll eru við til at byggja land. Vit hava verið noydd til at finna nýggjar loysnir, og fólk koma alla staðni frá fyri at síggja og hoyra um, hvussu vit fáa hetta at fungera við so nógvari óstøðugari orku inni á netinum.

Høllin skal hýsa 18 MW battarískipan umframt einum synkronkompensatori, transformarum og 10kV anleggi. Verandi battarískipan á Sundi er 12 MW.

Síggj fleiri myndir á heimasíðuni hjá SEV

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #