At ferðast er at liva!
- Hans Christian Andersen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

At ferðast er at liva!
- Hans Christian Andersen
Vinna

Business Line: Talið á húsagangum í donsku vinnuni hevur ikki verið lægri í fimm ár. Hinvegin blómar hugurin at seta nýggjar fyritøkur á stovn.

Uppgerðir hjá danska greiningarfelagnum Experian vísa m.a. at talið á húsagangum í Danmark er í støðugari minking og er fallið við sløkum 4% tað seinasta árið. Og tá hugurin at stovna nýggjar fyritøkur samstundis er vaksandi ásannar greiningarfelagið, at danska vinnan stendur á tryggari grund.

Av uppgerðini framgongur, at umleið 17 % av donskum fyritøkum eru hart trýstar fíggjarliga og hava kós móti húsagangi, tó at tað ikki er vist, at húsagangurin verður veruleiki. Hóast talið kann tykjast høgt er hetta sum nevnt lægri enn undanfarin ár.

Metingar hjá danska Tjóðbankanum vísa, at danski búskaparvøksturin í ár kemur at tátta í 4%. Hesin vøkstur verður í stóran mun hildin uppi av donskum útflutningsfyritøkum, sum eitt nú Maersk og Novo Nordisk, har størsti parturin av framleiðsluni fer fram uttan fyri donsku landoddarnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #