At slaka fyri einum áleypara er sum at fóðra eina krokodillu við smábitum og vóna, at hon ikki etur teg fyrrenn síðst
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

At slaka fyri einum áleypara er sum at fóðra eina krokodillu við smábitum og vóna, at hon ikki etur teg fyrrenn síðst
- Winston Churchill
Vinna

Smyril Line hevur í dag fingið handað farmaskipið Skipanes frá CIMC Raffles skipasmiðjuni í Yantai í Kina. 

Skipanes er fyrra av tveimum nýggjum Ro-Ro farmaskipum, sum Smyril Line hevur latið byggja. Skipini eru partur av eini størri íløgu í at endurnýggja og framtíðartryggja flotan. 

- Vit eru sera fegin um, at Skipanes nú er vorðið partur av flotanum hjá Smyril Line. Skipið fer at styrkja okkara flutningstænastur í Norðuratlantshavi og er samstundis ein týðandi varði í menningini av felagnum og flotanum, sigur Jens Meinhard Rasmussen, forstjóri í Smyril Line. 

Skipanes fer nú undir ferðina heim úr Kina. Nærri kunning, nær skipið kemur til Føroya og fer í sigling, kemur seinni.  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #