Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, hevur ein álvarsligan forkláringartrupulleika eftir eina røð av ørkymlandi avdúkingum um, at hann persónliga varð ávaraður um yvirgangsálopið hjá Hamas 7. oktobur 2023, skrivar danska TV 2.
Avdúkingarnar frá ísraelska miðlinum Haaretz og The New York Times koma stutt áðrenn ísraelar fara á val fyri fyrstu ferð síðani yvirgangsálopið 27. oktobur.
Tað verður avdúkað, at forsetin í Sameindu Arabisku Emiratunum, Mohammed bin Zayed al-Nahyan, vendi sær beinleiðis til Netanyahu við ávaring um, at Hamas fór at fremja eitt stórt álop.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



