Dirvi er tign undir trýsti
- Ernest Hemingway

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Dirvi er tign undir trýsti
- Ernest Hemingway
Tónleikur

Í dag hevur Eli Tausen á Lava útgivið nýggja staklagið “Waratah Blossoms”, sum er triðja lag úr komandi EP hansara “Book of Lies”. EPin, sum er skrivað við íblástri úr “The Book of Lies” eftir Aleister Crowley, hevur fimm løg tilsamans og kemur út í síni heild í januar.

Í fyrsta lagnum “Book of Lies”, hitta vit ein okkultist í einum myrkum kjallara, sum ákallar eina veru úr einum øðrum heimi. Í næsta lagnum “Hide Me (Son of Man)” innsær hann, at tað hann hevur gjørt ikki kann gerast um. Í hesum triðja lagnum, “Waratah Blossoms”, er okkultisturin endaður í einum løgnum heimi, har alt sær út til at vera sum tað var, men einki veruliga er sum tað sýnist. Ljósið er øðrvísi. Og alt tykist at vera ósjónliga sambundið.

“Waratah Blossoms” kann hoyrast her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo