Fiskidagar hjá smáu útróðrarbátunum skulu framyvir kunna gagnnýtast í hinum bólkinum, um bólkurin, sum hevur fingið teir tillutaðar, ikki fer at brúka teir.
Tað er innihaldið í kunngerð, sum Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskimálum, hevur undirskrivað. Hon fevnir um útróðrarbátar undir 15 tons, er lýst í dag og kemur í gildi í morgin.
Bólkur 5A fevnir um fult riknar bátar. Høvuðstreytin er, at báturin hevur avreitt fyri minst 200.000 krónur næstseinasta árið undan umsóknarárinum. Bátar, sum ikki lúka treytirnar til 5A, kunnu fáa fiskiloyvi í 5B.
Eftir verandi býti fær 5A dagar svarandi til talið av bátum, sum lúka avreiðingarkravið, faldað við 110, tó í mesta lagi 60 prosent av samlaða fiskidagatalinum hjá bólki 5. Bólkur 5B fær restina. Dagarnir eru felags innan hvønn bólk.
Nýggja ásetingin loyvir flyting báðar vegir. Sostatt kann annar bólkurin fáa gagn av óbrúktum døgum hjá hinum. Broytingin hækkar ikki samlaða fiskidagatalið, og kunngerðin ásetur ikki, at eitt ávíst tal av døgum verður flutt nú.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



