F.S.F: Mánadagin kunngjørdi Eyðun Klakstein, A-landsliðsvenjari hjá monnum, hópin til UEFA Nations League dystirnar ímóti Slovakia og Moldova, og týsdagin var fyrsta venjingin á skránni.
Ein av teimum, ið aftur hesaferð myndar føroyska landsliðið, og sum higartil er skrásettur fyri 73 A-landsdystir og tvey mál fyri Føroyar, er Odmar Færø.
Aftaná venjingina hóskvøldið fekk FSF varpið orðið á krútsterka miðverjan, ið millum annað sigur, at sjálvt um vit eru komin út í novembur mánað, so er tað altíð hugaligt at venja við landsliðnum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



