Tað er ikki endiliga tað, at privata telefonnummarið hjá Donald Trump, forseta, er blivið almannavitan - ella handilsvøra - millum journalistar, lobbyistar, kryptoíleggjarar og influensarar í Washington. Problemið er, at hann tekur telefonina, tá tey ringja. Fleiri ferðir, hvønn einasta dag, og tá tað hendir, sleppur hann øllum og fer at práta.
- Vit hava púra mist tamarhaldið, sigur ein av hansara ráðgevum við The Atlantic.
Donald Trump er ikki nakar vanligur forseti. Og hetta er eitt dømi um júst tað.
Vanliga skal ein, sum roynir at koma í samband við forsetan, ígjøgnum eitt ótal av ráðgevum sum skulu meta um og vita, skilja frá og skriva notat. Vanliga eru bara nøkur heilt fá undantøk, har ein vanligur persónur kann ringja til forsetan í USA.
Journalistarnir, sum hava skrivað greinina í The Atlantic, hava sjálvir fingið hendur á nummarinum hjá Trump. Afturfyri máttu teir lata nøkur onnur týdningarmikil telefonnummur í einum býtishandli.
Fyribils hava Hvítu Húsini valt at vísa á tað positiva. Donald Trump er mest gjøgnumskygdi forsetin nakrantíð. Og hann ger fleiri samrøður við miðlarnar enn vanligt. Tvær ferðir so nógvar sum undanmaðurin, Joe Biden, verður millum annað víst á.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



