Lættast er mangan at vera ærligur fyri opnum tjaldi
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lættast er mangan at vera ærligur fyri opnum tjaldi
- úr Børkuvísum
Vinna

- Fráboðanin hjá Soil Association um at taka teirra góðkenning og merki fyri vistfrøðiligan laks av marknaðinum hevur onga beinleiðis ávirkan á aling, framleiðslu ella dagliga virksemið hjá Bakkafrost Scotland.

Tað sigur Regin Jacobsen, stjóri, í viðmerking til tíðindini um, at bretski felagsskapurin hevur gjørt av at gevast við síni serligu vistfrøðiligu góðkenning av alilaksi.

Regin Jacobsen sigur, at fiskavælferð og lægri felli hava verið millum fremstu raðfestingarnar í Skotlandi frá byrjan. Tá Bakkafrost keypti virksemið, var endamálið at menna skotsku framleiðsluna nærri føroyska støðinum, og tí eru stórar íløgur gjørdar í egna smoltframleiðslu og betri rakstrarumstøður.

- Í teimum bólkunum av stórum smolti, sum vit higartil hava framleitt, síggja vit umleið 50 prosent lægri felli enn í samanberiligum bólkum av smærri smolti, sigur Regin Jacobsen.

Frá januar 2027 væntar Bakkafrost, at umleið 75 prosent av smoltinum, sum verður sett út á sjógv í Skotlandi, verða stór smolt – ímóti umleið 25 prosentum higartil.

- Hetta er ein munandi hækking. Samstundis verður alt smoltið framleitt á okkara egnu støðum og við okkara egna genetikki. Áður varð upp í helvtin av smoltinum keypt uttanífrá.

Regin Jacobsen sigur, at enn er ikki komið á mál.

- Men vit halda fram við málrættaðum broytingum og íløgum fyri at styrkja fiskavælferðina, lækka fellið og menna eina skotska framleiðslu, ið nærkast teirri føroysku, sigur Regin Jacobsen við VP. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #