Tað ber til at tváa ein bøkk reinan - men tá er hann ikki bøkkur longur
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað ber til at tváa ein bøkk reinan - men tá er hann ikki bøkkur longur
- úr Børkuvísum
Politikkur

Fleiri mál, sum viðvíkja gerandisdegnum hjá føroyingum, eru á skránni, tá Løgtingið kemur saman í dag klokkan 13.

Uppskotið hjá Margit Stórá, landsstýriskvinnu, um at veita orkuískoyti tvær ferðir í 2026 fær aðru viðgerð.

Sámal Petur í Grund eigur trý uppskot, sum fáa fyrstu viðgerð: At hækka fólka- og fyritíðarpensjónir og minka um eftirsleipið, at gera eina tilbúgvingarætlan fyri Føroyar og at greina og avmarka peningastreymin av landinum vegna útlendskan ognarskap og útlendska arbeiðsmegi.

Uppskotið um kynslig brotsverk fær aðru viðgerð. Tað eiga Sámal Petur í Grund, Høgni Hoydal, Sirið Stenberg, Hervør Pálsdóttir, Ruth Vang, Jenis av Rana, Steffan Klein Poulsen, Eirikur í Jákupsstovu, Liljan Weihe og Bjørg Brynhildardóttir Egholm.

Aksel V. Johannesen eigur uppskotið um broyting í tonsaskattalógini, ið snýr seg um time-charter, tíðarleigu av skipum. Tað fær fyrstu viðgerð.

Fundurin byrjar við fyrispurninginum hjá Eiriki í Jákupsstovu til Bárð á Lakjuni um frástøðuna millum bústað og undirvísingarstað hjá lesandi og lærlingum.

Eisini er framløga á skránni.

Fylg við her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #