Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Sophie Løhde, danska innlendis- og heilsumálaráðfrúa, hevur vitjað í Føroyum í vikuni. Í gjár var Sophie Løhde á fundi við Margit Stórá, landsstýriskvinnu í heilsumálum

- fer tað at kosta 78 mió. afturat um árið fyri landskassan. Og kommunurnar skulu byggja 53 skúlastovur afturat. Ella næstan tveir skúlar á Fløtum

Sáttmálasamráðingarnar millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið "KAF" og Føroya Skipara-& Navigatørfelag " FSN" eru slitnaðar og semingsstovnurin er boðsendur

- Ikki tí man á Fróðskaparsetri Føroya ella í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum ikki ynskir eina tílíka útbúgving, men meira tí at eitt slíkt hugskot ikki hevur verið uppi og vent áður

Russiskur tyrluskipari tjenti 3,5 mió. kr. fyri at stjala eina álopstyrlu frá Putin. Seinasta týsdag var hann dripin í sponskum frítíðarbýi

Minningargudstænasta í Hvalbiar kirkju í sambandi við at 100 ár eru liðin síðani at General Gordon gekk burtur

Russland er nú komið við nýggjum revsimáli móti yngra beiggjanum hjá Aleksej Navalnyj, Oleg. Tað upplýsir innlendismálaráðið sambært Ria Novosti og Tass

Tað kostaði Tórshavnar kommunu 11.200 krónur at rinda 48 fólkum fyri 56 p-gjøld, 200 kr. hvørt, sum tey fingu í Gundadali. Kommunan fekk 53 umsóknir um endurgjald, skrivar KVF

Undir aðalorðaskiftinum higartil á tingi hava bara lærarar havt orðið. Døgurðasteðgur er nú til klokkan 13

Tá ársins stórsteypadystir í fótbólti verða spældir fyrst í mars mánaði, verður tað Berin, sum hjálpir bæði børnum og foreldrum at handfara sorg, ið fær ágóðan

- Tjóðveldi í býráðnum heldur á at tosa um íløgur seinastu tvey árini, sum ikki eru bodnar út, men latnar serliga felagnum Articon

- Er svimjing við at lyfta happing upp í nýggjar hæddir, ella er hetta eindømi, ella bara enn eitt dømi um antisemitismu?

Mentanarnevnd Løgtingsins hevur í vikuni vitjað Skúlan á Fløtum saman við Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni

- Ein týdningarmikil uppgáva er at gera tilmæli til landsstýriskvinnuna um stuðul til yrkisleiklist, og hetta verður fyrsta ítøkiliga mál hjá nýggju limunum

Formansskapurin í løgtinginum hevur fingið ein advokat at kanna, um endurgjald kann krevjast, nú tað er staðfest, at glaspláturnar uttan á umsitingarbygninginum hjá løgtinginum ikki eru rætt festar, skrivar KVF

Fólkakirkjan fer í dag undir nýtt tilboð, har bjóðað verður sálarrøkt sum kjatt-samrøða á netinum

Kendi brúdleypssangarin úr Sýria, Omar Souleyman, hevur samstarvað við Four Tet og Bjørk - Ein livandi hetja millum hetjur

- Nógv kjak hevur seinastu tíðina verið um staðsetingina av nýggjari Argja kirkju við Sandá

Crystal Palace vitjaði á Goodison Park í kvøld, har Everton tók ímóti. Tað var tó uttan 76 ára gamla venjaran, Roy Hodgson, ið “The Eagles” endaðu samstarvið við fyrr í dag

Umframt Cialis og Viagra, sum eru tablettir, gjørdist nýggja kremið Eroxon, reseptfrítt á norska marknaðinum í síðstu viku

Nikkel Petersen noyðist heim, áðrenn kappingin byrjar, men Jógvan Niclasen, ið var liðleiðari, fer at skjóta í staðin

- Í tí vaksna lívinum hava míni foreldur offrað alla sína orku til brekað og gomul. Men í dag er einki veruligt tilboð til tey bæði sum hjún

Dan Ashworth er givin sum sportsstjóri í Newcastle

Felagið Antares ynskir í samband við ætlaðu broytingarnar í Barsilslógini at vísa á ein skeivleika sum er í verandi lóg

Fríggjadagin fall dómur í máli um smugling av uml. 25 kg av hassji til Føroya. Teir ákærdu fingu ávikavist 3 ár og 1 ár og 3 mánaðar treytaleysa fongsulsrevsing

Donald Trump gevur ikki Vladimir Putin skyldina fyri at andstøðupolitikarin Aleksej Navalnyj doyði í russiskum fongsli, skrivar NTB

- Eitt lágt burðartal, samstundis sum tey ungu í stóran mun leita sær av landinum, og harvið nógv ung í burðarførum aldri, kann verða við til at skeikla demografisku gongdina og samlaða burðaravlopið

Rís hevur hægri innihald av krabbameinselvandi evnum enn fyrr hildið, vísir váðameting

Á eykabýráðsfundi í kvøld fer Tvøroyrar býráð at viðgera hoyringarsvarini, sum komu um ætlanina hjá Varðanum Pelagic at byggja hægri enn meginreglan er í byggisamtyktini, skrivar KVF

Um vikuskiftið var stóra steypafinalu-vikuskiftið hjá Hondbóltssambandinum, og aftur í ár var Eydnudeildin við. Eydnudeildin varð sett á stovn í Føroyum skírishósdag fyri 6 árum síðan, og nú hevur Eydnudeildin heili 3 lið í Føroyum

- Ein góður býur er ein burðardyggur býur. Tað er eitt stað, har fólk trívast. Har fólk kenna seg hoyrd og sædd

Julia Navalnaja, kona Aleksej Navalnyj, sigur at Putin drap mannin. Hon sigur seg fara at halda fram í arbeiði hansara fyri einum fríum Russlandi

5.februar var fyrsti dagur á skúlabonki hjá 21 hjálparfólkum á dagstovnum í Tórshavnar kommunu. Tey lesa námsfrøði á VIA University College í Viborg í Danmark

Í farnu viku var stovnandi aðalfundur í bransjufelagnum Bilasølufelagið, sum verður partur av Vinnuhúsinum

Almenni bygnaðurin endurspeglar ikki stóru broytingarnar í okkara undirstøðukervi, sum hevur havt við sær, at landið er knýtt tættari og tættari saman, heldur Durita Tausen, varastjóri á Gjaldstovuni

"Um ikki Skúvoy fær eina íbinding frá komandi Suðuroyartunlinum, so hevur okkara oyggj ikki langa tíð eftir, har fólk búgva"

 

Hóskvøldið 22. februar verður spennandi fyrilestur um, hvussu vit skapa trygg ítróttaumhvørvi fyri børn og ung í Føroyum

- At koma sum ketta upp úr høvdatrog og tveita eitt uppskot til hoyringar, ið skrykkir alt verandi grundarlag undan samstarvi og útferðum, er ikki til nakran bata ella fyrimun hjá ferðavinnuni

Nývalda felags foreldraráðið fyri dagstovnaøkið í Tórshavnar kommunu hevur skipað seg við Barbaru Djurhuus sum forkvinnu og Ólavi Jóannesarson Hansen sum næstformanni

Samlaði vøruinnflutningurin var 11,8 milliardir krónur í 2023, hetta er 3,3% lægri enn í 2022

Útflutningurin av fiskavørum vaks nærum eina hálva milliard krónur í 2023 í mun til 2022. Hetta er 4,3% vøkstur í útflutningsvirðinum. Útflutta nøgdin vaks 26%

- Danska ríkið hevur eitt sera stórt geopolitiskt “talvborð”, sum røkkur frá Eystursjónum, umvegis Norðuratlantshavið og upp í Arktis. Men talvfólki er lítið av. Fimm fregattir. That’s it

Tað verður navnframi svimjarin, Pál Vitalis Joensen, sum frameftir fer at samskipa arbeiðið hjá Antidoping Føroyum. Hann tekur við eftir Jarvin Feilberg Hansen og fer at halda fram við arbeiðinum at tryggja reinan ítrótt í Føroyum

Eru allir gíslarnir ikki leysir áðrenn ramadan høgtíðin byrjar 10. mars leypur Ísrael á býin Rafah, har 1,7 milliónir flóttarfólk halda til. Hjálparfelagsskapirnir stúra fyri avleiðingunum, hendir tað

Vitlíki kann geva tær skjótari og neyvari svar uppá blóðroyndina enn læknin, og kann eisini rokna sannlíkindini fyri um tú fært álvarsamar sjúkur ella ikki

Stríð ímillum ymsar ættarbólkar sigst liggja aftanfyri

18 ára gamli Luitjen Akselsson Apol úr Havnar Telvingarfelag var næstfremstur í sterkasta bólkinum í norðurlandameistarakappingini í talvi fyri unglingar, sum endaði í dag.

Nú nýtt flygul er keypt til Løkshøll fyri nærum eina millión krónur, var konsert hildin seinrapartin í dag, har fleiri tónleikarar royndu nýggja ljóðførið. Væl av fólki var møtt, og borgarstjórin byrjaði løtuna við nøkrum orðum

Skuldi Mjølnir gera sær veruligar vónir um at røkka FM-finalunum, so var neyðugt at vinna á Fleyr í dag, men tað eydnaðist ikki

Fólkakirkjan fer nú at bjóða dulnevnda sálarrøkt á netinum. Tørvurin fyri hesi tænastu er har, sigur Jógvan Fríðriksson, biskupur, við KvF