Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

- Í 2021 segði løgmaður, Aksel V. Johannesen, at tað ikki er rætt at leggja veiðigjald á heimaflotan, tí ongin tilfeingisrenta var har

Stóra ferðavinnutiltakið, sum eftir ætlan skuldi verða í Oyndarfirði í næstum, er tíverri útsett. Tó hava fyrireikararnir longu tikið avgerð um at flyta tiltakið til mikukvøldið 19. apríl og leygarmorgun 22. apríl

Fríggjadagin 14. apríl klokkan 13:00 fer Annbjørg Abrahamsen at verja sína ph.d.-ritgerð í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn

- Vónandi sleppa vit heim aftur, men fyrst má friður valda. Eg hugsi um dóttur mína og at geva henni eitt gott lív, sigur ukrainski Andry Lys, sum kom til Føroya í mars 2022, við KVF

- Viðmerking eftir innslag í Degi og viku um ørkymlaðan lesandi á Hægri námi á Glasi

Bilar standa fastir og okkurt smávegis ferðsluóhapp hevur verið

KRIS kannar í hesum døgum títtleikan av kynsligum ágangi í Føroyum. KRIS metir, at vit í Føroyum hava eitt høgt skuggatal, tá ið talan er um kynsligan ágang

Móttøka var í Tilhaldinum í Tórsgøtu í øllum kavarokinum í morgun, nú Tilhaldið fyllir 25 ár. Veðrið forðaði ikki fyri, at hópur av fólki møttu til hátíðarhaldið

Halla Nolsøe Poulsen er 45 ára gomul og útbúgvin Cand.Scient.Pol. frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn, og hevur harumframt útbúgving í projektleiðslu

Føroyakort í alskyns støddum eru nú tøk á heimasíðuni føroyakort.fo

- Vit hava roynt at sleppa av við hesi 500 tonsini av krabba í Grønlandi, sum eingin føroyskur áhugi er fyri, men grønlendingar vilja hava tey inni, segði Árni Skaale undir viðgerðini av frágreiðingini um fyrisiting av sjófeingi

Á Eiði vórðu máld 8,3 kuldastig, í Havn 7,6 kuldastig og á Borðuni 7 kuldastig. Hetta var um náttina og um morgunin

- Okkara avbjóðing er at skapa ein øðrvísi skúla. So skjótt karmarnir minna ov nógv um eina skúlastovu, merkja vit dygga mótstøðu, siga Bjørg Djurhuus og Georg Nolsøe Rasmussen, lærarar í Gulaskúla

Inflasjónin og renturnar hava verið søguliga lágar síðstu nógvu árini, samstundis sum lønirnar eru øktar. Tað hevur givið húsarhaldunum ein reallønarvøkstur

- Seti í gildi somu løgtingslóg sum bleiv sett í gildi tann 15. apríl 2016, við smávegis broytingum

Nýggjasta brúkarakanningin hjá Hagstovu Føroya vísir, at føroysku húsarhaldini eru eitt vet meira bjartskygd, enn tey vóru í seinastu kanning frá juni 2022

Talan er um graslíkið á ikoniska og nú stongda Veterans Stadium í Philadelphia, har seks baseball sstjørnur eru deyðar, allar undir 60 ár

Eisini kemur uppskot til samtyktar um at seta á stovn føroyskt príseftirlit til 1. viðgerð

- Tvímansleikur og blandaður tvímansleikur 

Sjálvt um oljuútflutningurin úr Russlandi er nógv broyttur eftir fleiri mánaðir við ES-forboði, var útflutningurin av oljuúrdrátti í februar størri enn alt 2022, skrivar Gibsons

Eftir trý ára steðg av koronufarsóttini, er Tórsfest aftur á skrá

Kommunufelagið mælir til, at kommunurnar fáa 5,4 prosent av tøkugjaldinum og níggju prosent av veiðigjøldunum, skrivar KVF

Bergur Løkke Rasmussen hevur sagt seg úr Vinstraflokkinum og er nú limur í flokkinum hjá pápanum, Moderaterne

Ketan, sum fevnir um alt landið, testar plantu-búffar í síni kendastu matstovu - tann á Ráðhúsplássinum í Keypmannahavn

Fríggjadagin í næstu viku, hin 24. mars, gevur 29 ára gamli Eyði Horsdal úr Havn út fyrstu heildarútgávuna, Songs with Eva, sum er talmerkt LP pláta, ið eisini kann stroymast

17 av 100, sum vórðu smittað við covid-19 tíðliga undir alheimsfarsóttini, upplivdu seinárin upp til 12 mánaðir eftir at tey vóru testað positiv

Russland vil leingja avtaluna sum tryggjar útflutning av korni úr Ukraina, men bara í 60 dagar, upplýsur varauttanríkisráðharrin Sergej Versjinin

Av mold ert tú er næsta bókin hjá hálva føroyinginum Tommy Thorsteinsson í røðini um klimagranskaran Jessicu Winther. Triðja bókin í røðini fer fram í Føroyum, sigur høvundin

 

Í farnu viku byrjaði Øssur M. Dalbúð í starvi sum ráðgevi í Vinnuhúsinum

Granskingarverkætlanin hjá Firouz Gaini, professara, sum kannar broytingar í familjumynstrinum í Føroyum sæð úr sjónarhorninum hjá føroyskum monnum, hevur kastað nýggja vísindaliga grein av sær

Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari hjá monnum, hevur úttikið hópin, sum seinni í mánaðinum skal dystast við Moldova og Norðurmakedónia

Fyrst fór Silicon Valley Bank á heysin og seinni tveitti eisini bankin Signature hondklæðið í ringin. Nú hevur tann triði bankin eisini trupulleikar

Tropiska meldurhvirlan Freddy rakti í gjár miðafrikanska landið, Malavi. Og longu nú hava umfatandi skaðar verið. Stóru áirnar fløða, fleiri skriðulop hava verið og fólk eru fangað undir rununi

- Sum eitt av heimsins ríkastu londum pr. íbúgva hava føroyingar stóra ábyrgd, ikki minst tí at vit eru millum tey lond, sum útláta mest pr. íbúgva. Tí siga vit enn eina ferð: Latið oljuna liggja

Myndir frá grækarismessuhaldinum í Tórshavn í gjár

Niðurlendingurin Martijn og familjan lótu seg lokka til Distriks-Noreg við ókeypis bústaði. Nú gera fleiri norskar kommunur tað sama

Menninir játtaðu seg sekar í at hava tikið pening í einari bensinstøð, har teir arbeiddu, skrivar KVF

- Í ringasta kavaveðrinum í nátt, vóru vit, saman við Landsverk, og hjálptu fleiri bilum, sum høvdu rent seg fastar, at sleppa leysir aftur, skrivar Niels Petur Midjord á Facebook og hevur lagt fleiri myndir út

M.a. føroysk gransking hevur staðfest, at bóltspæl er sera gagnligt fyri fólk, sum hava pre-diabetes, og tað tosar poddvarpið hjá Stenomiðstøðunum hjá Novo við Magna Mohr, professara um

- Tað er ein sorg og ein kensla av máttloysi. Og skuldarkenslurnar níva, sigur Poula Patursson, sum er mamma at barni við skúlaaftran

Á aðalfundinum hjá Havnar Framburðsfelag, sunnudagin 12 mars vóru 3 nýggjir nevndarlimir valdir. Nývaldir eru Rói Johannesen, sum eisini er formaður í Huxa, Jan Vestergaard og Grímur Sundstein

Polarstjørnan sleipa heim av Íslandsmiðum á Klaksvík

Høvuðsleikarin Michelle Yeoh vann fyri besta høvuðsleikara, og gjørdist samstundis fyrsti kvinnuligi asiatiski leikarin at vinna ein Oscar

Serliga í Suður- og Sandoynni er ikki koyrandi ímillum bygdirnar

Trý DM-heiti, eitt dansk met, og hópin av heiðursmerkjum. Tað var flotta úrtøkan, tá føroyskir vektlyftarar kappaðust í DM um vikuskiftið

Síðan oktober 2022 hevur Róðrarsambandið, saman við lokalfeløgum, skipað fyri fýra Grand Prix kappingum í inniróðri

Koyrilíkindini eru nógv versnað seinastu tímarnar, og tey sum ætla sær at koyra ímillum bygdir eiga at ansa sær

Kringvarpið samsendir við onkra av donsku rásunum so tú kanst fylgja við tá tey kendu og ríku ganga eftir reyðu langmáttuni í Hollywood. Men tú mást brynja teg við toli - tað heldur fram til klokkan 4:30 í morgin árini

Jóhann Mortensen helt hesa røðuna á grækarismessuhaldinum við Løkin í dag

Suðurkoreanar verða sagdir at vera heimsins mest arbeiðssama fólk. Nú ætla tey at leingja arbeiðsvikuna úr 52 upp í 69 tímar