Ongin gevur seg fátækan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Jákup Sverri er afturkomin av yngul- og ætikanningunum, sum árliga vera gjørdar á Landgrunninum og Føroyabanka í juni

Inside Marine brúkar ikki minni enn 3 opnur til at greiða frá um MEST í seinastu útgávuni. Mouritz Mohr, stjóri, greiðir frá virkseminum hjá fyritøkuni – bæði innan sjóvinnu og ali- og orkuvinnu

Sigtór Petersen hevur sett navn tær 18 genturnar, ið skulu umboða Føroyar til Baltic Cup 2023 í Litava frá 21. til 28. august

Konjunkturbarometrið fellur og er munandi lægri sammett við seinastu kanningarnar undan hesari

Frans pávi fordømir, at Svøríki loyvir brenning av koranini og sigur, at hann gerst illur av slíkum

- Vit vita ikki neyvt hví súlan hevur broytt eygnalit, men vit vita at nógvar súlur hava verið útsettar fyri fuglakrími seinastu tvey árini og teir fuglar sum hava yvirlivað hava fingið svørt eygu, sigur Sjúrður Hammer við Útvarpið

- Tað munnu vera fáir føroyingar, ið ikki duga at syngja við til tónleikin hjá Tinganest og tí hevur Tórsfest tryggjað sær, at teir verða við á ársins konsertdegi, sum verður í Vágsbotni 22. juli, til eina syngið við løtu av teimum heilt stóru

Ritgerðin er um ein hálvleiðara-lasara í nýggjum skapi, sum kann justera bylgjulongd

Í eina tíð hevur verið arbeitt við at formliga seta á stovn felagið U.S.-Faroe Business Forum, har endamálið er, at virka fyri styrktum handilssamstarvi millum Føroyar og USA

Farna vikuskifti vóru heili fimm lyftarar úttiknir at kappast til liðkapping í Spania

Tá ið politikarar skulu viðgera uppskotið týsdagin, verður eisini viðgjørt, um Orknoyggjar skulu royna at gerast eitt sjálvstýrandi øki undir Noreg

Greinin hjá Eiriki Lindenskov á in.fo í gjár kann ikki standa ósvarað. Greinin teknar eina mynd av at oljufeløgini taka sær sjálvum ein okursvinning fyri at fíggja okurs vinningsbýti til tess eigarar

Rupert Christopher Soames er sonur Mary Churchill sum var dóttir navnframa Winston Churchill sum var bretskur forsætisráðharri undir seinna heimsbardaga. Hann vitjar í Føroyum í hesum døgum

Norðurlendsku stjórnarleiðararnir eru allir við

StÍF og Natasja Hammer hava gjørt avtalu um, at hon fer at spæla við besta kvinnuliðnum hjá StÍF komandi kappingarár

Trý reiðarí innan fiskivinnuna og eitt innan ferðafólkaflutning fara nú at bjóða Magn og Effo av í nýggjum oljufelag

- Kríatúrið er deytt. Steindeytt! Andlátið er lisið. Og nú bíða vit eftir, at jarðarferðin verður lýst, segði Erling Eidesgaard, løgtingsmaður, á felags tiltaki hjá ungmannafeløgunum hjá Framsókn, Fólkaflokkinum og Tjóðveldi

- Vit hava framt brotsverk ímóti mannaættini segði kongurin millum annað tá hann umbar niðurlendskan trælahandil sum varð bannaður fyri 160 árum síðani

U21 HM-endaspælið í Týsklandi er av og endaðu Føroyar á einum flottum sjeynda plássið eftir 31-27 sigur á Kroatia í seinasta dystinum, skrivar Hondbóltssambandið

Iran hevur alsamt størri ávirkan í Sýria, sigur Ísrael

Høgættin fer at seta dám á vikuna sum kemur, serliga fyrstu dagarnar

Minst 28 eru særd

Tjóvarnir hava millum annað tikið pengar

Øll í Føroyum, sum hava typu1-diabetes og eru yvir 18 ár, fáa í hesum døgum innbjóðing til eina spurnakanning um, hvussu tey hava tað, og hvussu nøgd tey eru við viðgerðina, sum tey fáa

Ein kvinna fekk ein stein á seg eftir eina spreinging á Sandvíkarhjalla í gjár, skrivar KvF

Í dag skipaði Vága Ríðingarfelag fyri kappríðing við Vatnið. Vit vóru á staðnum við myndatólinum

Síðani Michael Schjønberg boðaði frá, at hann ynksti at verða loystur úr sáttmálanum hevur felagið leita eftir skikkaðum avloysara. Felagið hevur nú sett Lars Arne Nilsen sum høvuðsvenjara fyribils árið út

Michael hevur boðað felagnum frá, at saknurin eftir familjuni er vorðin ov stórur og at hann tí ynskir at fara heim til familjuna í Danmark

FRAMTAK gjørdi nýggjar íløgur í trý feløg í 2022 og seldi sín partapening í fimm feløgum

Tað er ein løgin verð. Men aftur í morgin fáa brúkararnir í vissum pørtum av Danmark gjald fyri at brúka streym. Og tað er methøgt

- Stillisliga fór Jóhan úr eygsjón. Hann var ikki okkara millum á Tvørabátinum ella aðrastaðni, har føroyingar hittust. Vit góvu okkum næstan ikki far um, at hann fjaraði burtur í huganum

Árið í fjør var besta árið í søgu felagsins

Skannarin hesaferð viðger millum annað avgerðina hjá sjónvarpinum í Kvf at nevna nøvnini á tveimum kommunulæknum, sum hava arbeitt (ov) nógv

Heimsins miðlar gera yvirlit yvir mangt og hvat, og av og á poppar okkurt áhugavert upp

- Niðanfyri endurgivnu útvarps- og sjónvarpstíðindi eru frá hósdegnum og viðvíkja verjusemjuni og kavbátavitjanum í Føroyum

Tað kann vera rættiliga sunt at fáa sær ein lúr á middegi, vísir ein kanning av yvir 35.000 vaksnum

Leygardagin 1. juli eru tað 150 ár síðani, at sýslumaðurin og politikarin Andrass Samuelsen úr Haldórsvík, búsitandi í Fuglafirði, varð føddur

- Helgi Abrahamsen fýlist á FNU og Veðurlagslóg NÙ um uppskot at seta forboð móti at brúka dieselolju til upphiting fyri øll hús, nýggj sum gomul innan 2030

Grunnurin, Kirsten og Freddy Johansens Fond, hevur givið ein nýggjan MR-skannara til Grønlendska Heilsuverkið

Seinnapartin avgreiddu vinnukavarar, undir útbúgving, venjingar í trýstkamari. Tað eru fleiri endamál við slíkum venjingum

- Í eina tíð hevur verið kjakast aftur og fram um, hvat slag av lívi skal vera í miðbýnum

- Ætlanin er, at frívikan á vetri skal takast av summarfrítíðini hjá næmingunum, soleiðis at summarfrítíðin frameftir verður stytt niður í 7 vikur

Samskiftismyndugleikin í Russlandi, Roskomnadzor, hevur blokkerað allar rásir hjá Wagner-leiðaranum, Jevgenij Prigozjin. Tað skrivar russiska avísin Kommersant, sambært tíðindastovuni Reuters

- Við nýggju verjusemjuni verður staðfest, at verjupolitiskar avgerðir, sum viðvíkja Føroyum, skulu takast í Føroyum. Av politiska myndugleikanum í Føroyum, sum er rótfest í føroyska fólkaræðinum – Løgtingi og landsstýri

Amerikanska sjimpansan Vanilla hevur livað seinastu 28 árini í einum búri. Men so bjargaði djóraverndarfelagsskapurin Save The Chimps henni og filmaði hesa rørandi løtuna

Tað kundi havt álvarsligar avleiðingar um onkur hevði tørv á hjartastartaranum, sum ikki kundi brúkast

Atlantic Airways og Ítróttasamband Føroya skrivað undir nýggja stuðulsavalu. Avtalan inniber m.a., at Atlantic Airways verður flogfelagið hjá ÍSF

Reyði Krossur, Kommunufelagið, Løgmálaráðið og Útlendingastovan umrøddu í dag avbjóðingarnar við at finna bústaðir til flóttar úr Ukraina

- Eftir fleiri ár við søguliga lágum deyðstølum í ferðsluni, harav 2 ár við ongari deyðsvanlukku, er rákið nú tíverri eitt annað. Í 2022 lótu tvey fólk lív í føroysku ferðsluni

Hesar myndirnar vórðu tiknar í gjár av Havnará, sum skal verða klár tann 22. juli at taka í brúk