Donald Trump, forseti, hevur brotið niður fólkaræðið í USA eins nógv uppá eitt ár, sum Recep Tayyip Erdogan gjørdi í Turkalandi uppá tíggju ár, sambært svenskum granskarum.
Granskingarstovnurin Varieties of Democracy (V-Dem) á universitetinum í Gøteborg gevur út eina árliga frágreiðing, sum mátar støðuna hjá fólkaræðinum kring heimin.
USA er fallið niður á 51. pláss av 179 londum í frágreiðingini frá 2025, sum varð almannakunngjørd í dag. Í frágreiðingini frá 2024 var USA á 24. plássi.
Sambært frágreiðingini, sum kallast liberal democracy indeks, sum fevnir um 600 ymisk mát, er USA fallið úr 0,75 til 0,57 stig.
Ein líknandi afturgongd tók fýra ár undir Viktor Orban í Ungarn og tíggju ár bæði í Turkalandi og India hjá Erdogan, stendur í frágreiðingini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



