

Fyrireikararnir í Ísrael meta, at fleiri hundrað túsund fólk vóru við til mótmælisgonguna í Tel Aviv.
Talan var um landsumfatandi mótmæli, sum kravdi gíslaavtalu og vápnahvíld, skrivar CNN.
Fleiri enn 350.000 fólk tóku lut í mótmælisgonguni, sum sendi ein greiðan boðskap: Stjórnin skal skriva undir tær avtalur, sum eru klárar á borðinum, sigur Hostages and Missing Families Forum í eini fráboðan.
Øll tjóðin krevur, at kríggið endar og at allir gíslar verða leyslatnir, skrivar NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo