Fríggjadagin fall amerikanska S&P 500-vísitalið 3,7 prosent, og samlaða fallið fyri vikuna var 8,6 prosent. Síðani metið 6. oktober er vísitalið fallið 11,6 prosent.
Tøknivísitalið Nasdaq hevði eina enn verri viku við einum falli á 10 prosent, tí størsta síðani 2020. Frá toppinum í oktober er Nasdaq fallið nærum 18 prosent, og allur kursvøksturin higartil í 2026 er nú burtur.
Eisini Dow Jones fall 8 prosent í vikuni.
Kursfall um allan heim
Óttin hevur breitt seg til Evropa og Asia.
Í Japan fall Nikkei-vísitalið 7,7 prosent í vikuni, meðan týska DAX fall umleið 8 prosent. Bretska FTSE 100 fall umleið 5 prosent, og breiða evropeiska STOXX 600-vísitalið misti umleið 5,5 prosent.
Í Hongkong fall Hang Seng 5,2 prosent.
Talan er sostatt ikki longur bert er um eina niðurgongd hjá amerikonskum tøknifyritøkum, men um at íleggjarar kring allan heim leita eftir úthurðini.
Nvidia hevur mist nærum helvtina av virðinum
Serliga hart er gingið út yvir amerikonsku fyritøkuna Nvidia, sum framleiðir tær framkomnu telduflísarnar, ið verða nýttar til vitlíki.
Partabrævið fall 14 prosent fríggjadagin og nærum 23 prosent í vikuni. Síðani metið í oktober er kursurin fallin umleið 47 prosent.
Harvið eru meira enn 2.500 milliardir dollarar í marknaðarvirði horvnar.
Óttin er eisini vaksin eftir, at stovnarin og stjórin Jensen Huang legði frá sær 12. november. Samstundis hava tíðindi um eina kanning av roknskaparviðurskiftunum hjá Nvidia økt um óvissuna.
Kortini hevur Nvidia framvegis stóra sølu og góð úrslit, og greinarar vísa á, at tað er annað enn tað sum ger, at kursurin dettur.
Er ein bløðra við at bresta?
Seinastu árini hava íleggjarar sett ovurstórar upphæddir í fyritøkur, sum arbeiða við vitlíki.
Microsoft, Amazon, Google og aðrar tøknifyritøkur brúka risastórar upphæddir til dátumiðstøðir, teldufløgur og orkuframleiðslu.
Higartil hava íleggjarar í stóran mun góðtikið hesar íløgurnar í teirri vón, at vitlíki fer at økja framleiðsluna og skapa stór nýggj inntøkuøki.
Men nú er spurningurin, um inntøkurnar fara at vaksa nóg skjótt til at íløgurnar kunnu forsvarast.
Júst hetta er kjarnin í óttanum fyri einari fíggjarligari boblu: At partabrævakursirnir eru hækkaðir nógv meira enn tað, sum framtíðar inntøkur kunnu rættvísgera.
Samanberingar verða gjørdar við tøknibobluna um aldarskiftið, tá Nasdaq misti meginpartin av sínum virði.
Ein týðandi munur er tó, at fleiri av størstu tøknifyritøkunum í dag hava stór yvirskot, sterkar fíggjarstøður og veruligar kundar. Tað høvdu nógvar av fyritøkunum undir dotcom-bobluni ikki.
Størsta børsnoteringin hjálpti ikki
Í síðstu viku varð amerikanska vitlíkifyritøkan Anthropic skrásett á børsinum í einari metstórari børsnotering.
Men bjartskygnið var stokkut. Fríggjadagin fall partabrævið 8,5 prosent, og hetta styrkti óttan fyri, at íleggjarar eru farnir at missa tolið við teimum sera høgu virðismetingunum.
Samstundis er politiska mótstøðan í USA móti nýggjum dátumiðstøðum vaksin, millum annað vegna stóra orkunýtslu og ávirkan á lokalsamfeløg. At demokratarnir vunnu miðvalið hevur lagt meira við á tað bálið.
Rætting ella byrjanin til størri niðurgongd?
Greinarar eru ósamdir um, hvørt talan er um eina neyðuga rætting, eina korrektión sum tað vanliga verður nevnt á fagmáli, eftir fleiri ár við stórum kursvøkstri, ella um byrjanina til eina meira langtvarandi niðurgongd.
Tey, sum síggja bjartari upp á støðuna, vísa á, at vitlíki framvegis kann skapa stór framleiðniframstig, og at leiðandi tøknifyritøkur hava peningaligu orkuna til at halda fram við íløgunum.
Hinvegin ávara onnur um, at ov nógvur peningur er savnaður í fáum fyritøkum, og at ein niðurgongd hjá teimum kann draga allan partabrævamarknaðin við sær.
Tað avgerandi næstu mánaðirnar verður, um fyritøkurnar megna at vísa, at tær ovurstóru íløgurnar í vitlíki eisini skapa samsvarandi vøkstur í inntøkum og yvirskoti.
Inntil tá má roknast við, at óvissan á partabrævamarknaðunum kann halda fram.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



