Donald Trump sleppur nú fráboðaðu ætlanini um 20 prosent toll á allan farm, sum verður fluttur gjøgnum Hormuzsundið.
Tað skrivar hann á Truth Social.
Í staðin fer USA at gera handils- og íløguavtalur við Flógvalondini.
- Íløgurnar verða ovurhonds stórar, men samstundis eisini góðar fyri tey og teirra framtíð, skrivar hann.
Sambært Trump fara íløgurnar at fáa verksmiðjur, virki og útgerð til USA.
- Tað fer at skapa milliónir av háløntum amerikanskum arbeiðsplássum! USA VINNUR aftur og vinnur sum ongantíð áður, sigur forsetin sambært TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



