Seinastu dagarnar hevur verið ført fram, at um bólkur 5 fær fleiri fiskidagar, kann tað seta MSC-góðkenningina í vanda.
Tað skal takast í álvara. Sjálvandi skulu vit hava eina burðardygga fiskivinnu, og sjálvandi skulu vit verja tær góðkenningar, sum hava týdning fyri føroyskan fisk og føroyska marknaðaratgongd.
Men tað merkir ikki, at MSC kann brúkast sum eitt generelt mótargument móti einari og hvørjari tillaging av skipanini fyri bólk 5.
Bólkur 5 er longu skorin sera nógv. Tá fiskidagaskipanin varð sett í verk, vóru umleið 22.000 fiskidagar í bólki 5. Í 2025 var talið komið niður á 6.808 dagar. Hetta er ein minking á nærum 70 prosent.
Tí er tað eitt sindur løgið, um tað nú verður ført fram, at ein avmarkað tillaging fyri at tryggja, at útróðurin kann halda fram alt árið, skal vera ein hóttan móti burðardygdini. Vit tosa ikki um at fara aftur til gomlu skipanina við 22.000 døgum. Vit tosa um eina skipan, sum longu er munandi skerd, og har spurningurin nú er, um hon er vorðin ov stirvin og rakar skeivt.
Eitt annað, sum eigur at verða tikið við, er, at umsitingarætlanin tekur støði í tølum frá 2021. Men tá var bólkur 5 longu skorin sera nógv. Um vit bert hyggja at 2021 sum grundarlag, síggja vit ikki alla myndina. Vit síggja ikki, hvussu stórur niðurskurðurin hevði verið frammanundan, og vit síggja tí heldur ikki, hvussu langt bólkur 5 longu er fluttur niður í mun til upprunaligu skipanina.
Tað er eisini stórur munur á veiðuorku í ymiskum skipabólkum. Trol og lína kunnu í nógv størri mun økja veiðuorkuna við nýggjari tøkni, betri útgerð, størri effektiviteti og broyttum arbeiðshættum. Hjá bólki 5, serliga tá talan er um snelluútróður, er hesin møguleikin nógv meira avmarkaður. Tal av snellum, húkum, veðri, streymi, manning og stødd á bátinum seta natúrlig mørk fyri, hvussu nógv veiðuorkan kann økjast.
Tað ber tí ikki uttan víðari til at siga, at fleiri fiskidagar í bólki 5, serliga bólki 5B er tað sama sum ein tilsvarandi stór øking í veiðitrýstinum. Seinast eg kannaði tølini, stóð bólkur 5B fyri umleið 16 prosentum av toskaveiðuni undir Føroyum. Tað er sostatt trupult at síggja, at ein avmarkað tillaging av fiskidøgunum í hesum bólki í sær sjálvum skuldi sett alla MSC-góðkenningina í vanda.
Harumframt vísir verandi skipan ein annan trupulleika. Í dag telur hvør avreiðing sum ein fiskidagur, eisini tá avreiðingin er sera lítil. Onkur sum hevur verið á floti hevur kanska fingið meira enn ætlað til heimabrúk og avreiðir tí eina lítla nøgd. Tað merkir, at dagar verða brúktir uppá smáar avreiðingar, sum í veruleikanum hava sera avmarkaða ávirkan á samlaðu veiðuna. Tá ein túrur við 50, 100 ella 150 kilo telur sum ein heilur fiskidagur,
so sigur dagatalið ikki altíð nógv um veruligt veiðitrýst. Í 2025 vórðu 652 fiskidagar brúktir upp á avreiðingar undir 150 kilo í bólki 5. Sama mynstur er fyri 2026.
Tí er tað bæði rímiligt og sakligt at spyrja, um skipanin eigur at broytast, so hon betur skilur millum reelt veiðitrýst og smærri avreiðingar.
Tað er ikki nóg mikið at siga, at MSC-góðkenningin kann koma í vanda. Tey, sum føra hetta fram, eiga at vísa ítøkiliga á, hvør partur av MSC-treytunum verður hóttur, hvussu nógv veiðan væntast at vaksa, og hvørjar fakligar útrokningar liggja aftanfyri.
Annars verður MSC brúkt sum eitt slag av almennum nei-argumenti, heldur enn sum eitt fakligt grundarlag fyri einari skilagóðari loysn.
Vit eiga at verja burðardygdina. Men vit eiga eisini at verja útróðurin sum vinnu, mentan og siðvenju. Útróður er ikki bara eitt tal í einari skipan. Hann er partur av føroyskum lívi, av bygdum, familjum og ættarliðum, sum hava borið kunnleika og siðir víðari í nógv ættarlið.
Tí eigur málið ikki at verða sett upp sum eitt val millum MSC og bólk 5. Spurningurin eigur heldur at vera, hvussu vit finna eina fakliga grundaða skipan, sum tryggjar burðardygd, men samstundis gevur teimum, sum liva av og virka í útróðri, rímiligar møguleikar at halda fram.
Tað haldi eg eigur at bera til. Ein onnur eygleiðing er, at MSC-góðkenning ikki altíð sæst aftur í hægri prísi.
Hýsan hjá línubátum er ikki MSC-góðkend, tí ov nógv longa er hjáveiða. Hýsan hjá snellubátum er hinvegin MSC-góðkend. Kortini hevur tann ikki-góðkenda hýsan hjá línubátum á Fiskamarknaði Føroya, seinastu 3–4 vikurnar havt ein prís, sum hevur verið umleið 10 krónur hægri enn tann MSC-góðkenda hýsan, sum snellubátarnir avreiða. Hetta vísir, at sambandið millum MSC og prís ikki altíð er so einfalt, sum tað verður gjørt til.
Fróði Magnussen, umboð fyri Fólkaflokkin
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



