Ein partur av C2 venjaraskeiðnum fór fram í Marghøllini, har umstøðurnar eru framúr góðar - Mynd: www.FSF.fo
Ein partur av C2 venjaraskeiðnum fór fram í Marghøllini, har umstøðurnar eru framúr góðar - Mynd: www.FSF.fo
FSF: – Vit hava ikki roynt hendan leistin áður, men sum heild eydnaðist tað væl, og tá avtornaði fingu 13 luttakarar C2 venjaraprógv, sum vit sjálvandi eru sera glað fyri, sigur Eli Hentze, ið er samskipari av venjaraútbúgvingum hjá Fótbóltssambandi Føroya.
Síðst í oktobur mánað í fjør fór FSF undir at skipa fyri C2 venjaraskeiði í Suðuroynni, og fyri einari viku síðani var komið á mál.
Undirvísingin er farin fram á Teams-fundum. Eisini hava luttakararnir fingið talgildar framløgur, sum tey síðani skuldu hyggja eftir og svara spurningum.
Harafturat hava undirvísarar frá FSF í tveimum førum verið í Suðuroynni og havt undirvísing í Marghøllini í Vági, sum riggar frálíka væl til endamálið.
At byrja við vóru 16 luttakarar úr FC Suðuroy, TB og Royn meldaði til skeiðið, og tá komið var á mál høvdu 13 gjøgnumført og fingu handað C2 venjaraprógv.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



