Norska Veterinærinstituttið boðaði fríggjadagin frá, at tekin um álvarsliga sjúku sum rakar skræðuna á fiskinum nú eru funnin hjá villum laksi og sjósílum í fleiri áum.
Millum annað eru sjúkueyðkenni staðfest í Namsen og Nidelva í Trøndelag og fleiri áum í Hardanger. Fráboðanir eru eisini komnar úr Rogalandi og Agder.
Sjúkueyðkennini samsvara við sjúkuna UDN, sum kann elva til opin sár og vevnaðardeyða í skræðuni. Orsøkin til UDN er framvegis ókend. Í fleiri áum er eisini staðfestur vatnsoppurin Saprolegnia parasitica, sum kann gera støðuna verri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



