(tilgjørd mynd)
(tilgjørd mynd)
Nú verður aftur skipað fyri vælgerandi átakinum Í menniskjum góður tokki. Endamálið er at hjálpa barnafamiljum, sum hava tað trupult fíggjarliga, og tað at hjálpa øðrum er sjálvandi bæði gott og virðiligt.
Men mitt í øllum góðviljanum eiga vit eisini at tora at seta ein grundleggjandi spurning: Hava føroysk børn nakrantíð havt tað so gott materielt, sum tey hava tað í dag?
Neyvan!
Føroyar eru eitt ríkt samfelag. Flestu børn vaksa upp við møguleikum, sum undanfarin ættarlið illa kundu ímyndað sær. Bústaðirnir eru betri, útbúgvingarmøguleikarnir fleiri, heilsuverkið betri útbygt, og vælferðarsamfelagið veitir eina trygd, sum fyrr ikki var til.
Kortini hoyra vit javnan, at meira enn 1.000 føroysk børn og ung liva í fátækraváða.
Tað ljóðar álvarsligt. Men hvat merkir tað í veruleikanum?
Sambært Hagstovuni verður eitt fólk roknað at vera í fátækraváða, um inntøkan í húskinum, tá hædd er tikin fyri støddini á húskinum, er minni enn 60 prosent av miðinntøkuni í samfelagnum.
Hetta er sostatt eitt lutfalsligt mát.
Tað sigur okkum nakað um inntøkumunin í samfelagnum, men ikki beinleiðis, um eitt barn manglar mat, klæði ella tak yvir høvdið.
Og her er kanska ein grundleggjandi trupulleiki við orðinum fátækraváði.
Um øll í Føroyum fingu dupulta inntøku í morgin, kundi talið av fólki í fátækraváða verið akkurát tað sama. Tí markið fylgir við miðinntøkuni.
Vit kunnu sostatt gerast ríkari og ríkari og framvegis hava fólk, sum sambært hagtølunum liva í fátækraváða.
Tað eiga vit eisini at minnast til og nevna, tá tølini verða løgd fram.
Gongur rætta vegin
Hagtølini vísa eisini eina søgu, sum vit ikki hoyra so ofta.
Í árunum 2011 til 2018 vóru umleið 9–10 prosent av føroyingum í fátækraváða. Í 2019 fall talið niður í umleið 7,6 prosent og helt sær á leið sama stigi í fleiri ár.
Í 2024 var talið 8,2 prosent.
Vit skulu sjálvandi ikki fegnast um, at nakar hevur tað fíggjarliga trupult. Men vit eiga heldur ikki at skapa eina mynd av, at føroyska samfelagið støðugt gongur skeiva vegin, tá tølini í veruleikanum vísa tað øvugta.
Børn hava eisini gott av at læra, at einki kemur av sær sjálvum
Tað eru ikki øll børn, sum vaksa upp við somu korum. Soleiðis hevur tað altíð verið, og soleiðis verður tað eisini í framtíðini.
Men tað nýtist ikki at vera nøkur vanlukka.
Tí børn kunnu eisini læra nakað virðismikið av at síggja foreldur síni arbeiða, spara, raðfesta og kanska eisini siga nei til okkurt, sum onnur hava ráð til.
Tað er ein partur av lívinum at læra, at vit kunnu ikki fáa alt, sum vit ynskja okkum.
Og at tað ber til at koma sær fram við at arbeiða, taka eina útbúgving, vera ágrýtin og seta sær mál.
Søtur er sjálvgivin biti
Vit eiga at læra børn okkara, at útgangsstøðið í lívinum ikki neyðturviliga avger, hvar vit enda.
Tað er ein av teimum størstu styrkjunum við einum frælsum samfelag: At einstaklingurin hevur møguleika at skapa sær eina betri framtíð.
Sjálvandi er tað ikki altíð so einfalt. Sjúka, brek, arbeiðsloysi og onnur óvæntað viðurskifti kunnu raka sjálvt tey mest arbeiðssomu. Tey skulu hava hjálp.
Men vit eiga at varðveita ta sannføring, at egin ábyrgd og arbeiðssemi eru avgerandi fyri, hvussu okkum gongst.
Kanska er størsta avbjóðingin hjá føroyskum børnum í dag ikki materiell fátækt.
Kanska eru einsemi, sálarligur trivnaður, ov lítil rørsla, skíggjanýtsla og vantandi trúgv upp á egnar førleikar minst líka stórar avbjóðingar.
Lat okkum tí fegnast um, hvussu langt føroyska samfelagið er komið, samstundis sum vit hjálpa. Og hjálpa teimum sum hava veruligan tørv á tí.
Lat okkum ikki gera heil ættarlið av børnum til møgulig offur fyri fátækt, bara tí tey ikki øll vaksa upp við somu materiellu korum.
Tí tað kann eisini vera ein gáva.
Tað meinar VP.
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



