Manningin á russiska farmaskipinum Sparta II varð í morgun flutt av skipinum, eftir at eldur kom í í Finnlandsflógvanum. Sambært Aleksandr Drozdenko, guvernøri í Leningrad-økinum, lupu tvær dronur á skipið, sum var á veg úr Sankta Pætursborg til Kaliningrad.
Estiska marknaverjan fekk klokkan 9.35 lokala tíð boð um eld og møguligar spreingingar umborð. Tá var skipið umleið 11 fjórðingar norðan fyri estisku oynna Vaindloo. Síðan er tað rikið inn í finskan sjógv. Enn eru ongar fráboðanir um dálking.
Sparta II er á amerikanska revsitiltakslistanum. Sambært estiska miðlinum ERR hevur ukrainska hernaðarfregnartænastan áður sagt, at skipið hevur flutt vápn og hernaðarútgerð.
Russland hevur ikki sagt, hvønn tað heldur standa aftan fyri álopið, og Ukraina hevur enn ikki gjørt viðmerkingar til hendingina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



