Tit skulu vera góð við tey fáu ríku, soleingi tey eru her. 'Tey fátæku fara tit altíð at hava' stendur jú skrivað
- Hans P. Johannesen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tit skulu vera góð við tey fáu ríku, soleingi tey eru her. 'Tey fátæku fara tit altíð at hava' stendur jú skrivað
- Hans P. Johannesen
Onnur tíðindi

Frá 1. desember kemur nýggja føroyska pantskipanin fyri fløskur og dósir í gildi. Tað framgongur av tveimum kunngerðum, sum Heilsu- og orkumálaráðið hevur lýst í dag.

Nýggja skipanin fevnir um íløt úr plasti, glasi og metali frá 15 sentilitrum upp í tríggjar litrar. Millum annað verða íløt til øl, sodavatn, orkudrykkir, vín og saft fevnd av skipanini.

IRF skal umsita og reka pantskipanina.

Handlar skulu sum útgangsstøði taka ímóti tómum íløtum í minst átta tímar um vikuna, meðan góðkendar móttøkur skulu hava opið minst 30 tímar.

Viðskiftafólk hava rætt til at fáa pantið útgoldið og kunnu ikki noyðast at brúka peningin í handlinum.

Innflytarar og framleiðarar skulu gjalda 65 oyru í rakstrargjaldi fyri hvørt ílat. Móttøkustøð fáa 15 oyru fyri hvørt ílat, sum verður avroknað.

Samstundis verður gamla íløtalógin frá 1994 sett úr gildi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #